ÓLAVUR Í BEITI
Í januar 99 spurdi Katrin Dahl Jakobsen landsstýrismannin um bróstkanningar. Í svarinum frá Helenu Dam á Neystabø varð tá greitt frá, at eftirlitsmyndugleikin hjá føroyska heilsuverkinum, danska Sundhedsstyrelsen, hevur mælt til, at mammografi screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólkinum 50-69 ár.
? Landsstýrismaðurin segði seg tá kanna, um og undir hvørjum formi hetta átti at verið sett í verk í Føroyum. Viðvíkjandi fakligum førleika og útgerð helt landsstýrismaðurin, at bæði vóru til staðar á Landssjúkrahúsinum.
? Landsstýrismaðurin segði seg samdan við spyrjaran, at slíkar kanningar eiga at setast í verk í Føroyum. Tó vísir hon á, sum rímiligt er, at málið má fyrireikast, og at arbeitt varð við hesum innan heilsuverkið, sigur Katrin Dahl Jakobsen í viðmerkingunum.
Útgerð
Og tí spyr Katrin Dahl Jakobsen, hvussu líður við fyrireikingunum til at fara undir regluligu bróstkanningarnar (mammografi screening), sum ætlanin var at fáa at virka? Hvørji stig eru tikin í hesum máli? Er fakligur førleiki og útgerð til endamálið framvegis til staðar á Landssjúkrahúsinum? Hvussu nógv fer ætlanin at kosta at seta í verk, og hvat verður árliga útreiðslan? Og at enda, nær vit kunnu vænta, at skipanin fer at virka?