Tað fór altíð at verða avmarkað, hvussu nógvan dám okkara kláraðu at seta á landsdystin móti Týsklandi. Soleiðis bleiv eisini, tí týsku heimsstjørnurnar vóru omaná frá byrjan til enda. Tó so, so høvdu millióningarnir úr Týsklandi ikki fult tamarhald á støðuni fyrr enn Bayern Munchen miðvallarin, og Champions League vinnarin, Thomas Müller fór bóltandi umkoll í føroyska brotsteiginum, eftir at Atli Gregersen hevði runnið týskaran upp.
Tað í sær sjálvum sigur so mikið, at Thomas Müller ikki spælt heilt reit spæl. Hesum hava bæði týskar og evropiskar sjónvarpsrásir víst á eftir dystin.
Í 73 minuttir spældu vit dystin rætt, men tað var helst eisin tí týskarnir loyvdu okkum at spæla við so leingi.
Kringsettir føroyingar
Tað var ongin ivi um uppleggið til dystin. Føroyska liðið skuldi verja væl og so vóna, at vit fingu luft nakrar ferðir. Bæði eydnaðust væl. Í verjustøðu kundu okkara valla gera meir enn at standa væl, meðan týskarnir trillaðu bóltin sína millum.
Teir komu ígjøgnum nakrar ferðir og tað bleiv eisini vandamikið, tá teir upp til fleiri ferðir komu til baklinjuna og løgdu innfyri. Hinvegin, so sluppu teir ongantíð til vandamikil skot, tí alt liðið stríddist manniliga fyri at verja fyri.
Í framrættaða spælinum riggaði væl. Longu í fyrsta minutti hava vit okkara fyrsta skot á mál. Vit koma eisini fleiri ferðir um miðjuna við bóltin og tað gevur luft í verjustøðu.
Bæði Christian L. Holst og Jóan Símun Edmundsson høvdu ein av sínum betri døgum í umstillingsspælinum, har tað eydnaðist at fáa vent spælinum og til deils at hótta týska málið.
Tey flestu vilja sjálvandi síggja framrættaðan fótbólt, men tað var alíkavæl hugaligt at síggja hvussu skipaðir okkara vóru í verjustøðu.
Onkur misti í uppdekkningini í fyrsta málinum, sum týskarnir fingið. Tað kom eftir hornaspark, sum bleiv longt frá nærmari stong. Her gjørdist Per Mertescaker púra leysur og kundi prika bóltin í málið.
Seinni hálvleikur
Føroyska liðið kom undir eitt ordans trýst í seinna hálvleiki. Aftur stóðu okkara menn stinnir og fingu ruddað tað mesta vekk. Vit høvdu eina løtu, har vit ikki fingu møguleikan at koma í mótálop. Tað løtuna brúku okkara nógva orku við at renna aftaná, men tá samanumkom, so var tað ikki orkan, ið feldi føroyska liðið.
Útskiftingarnar komu eisini væl fyrr enn móti Kasakstan. Eitt sindur óskiljandi bleiv Jóan Símun tikin út, men helst hevur hann verið troyttur, eftir at hann ikki hevur vunnið sær fast pláss í Viking.
Páll Andrasson Klettskarð kom inn í álopið. Hann sá ikki út sum ein føroyskur landsliðsspælari, tá hann spældi í Dublin móti Írlandi. Men eins og í Kasakstan, so gjørdi hann tað væl eftir at verða skiftur inn. Hann byrjar at líkjast einum fínum møguleika í álopinum.
Keðiligur endi
Tíverri, so endaði alt við, at Týskland kom upp 3-0, eftir at vit høvdu ein dreym um at fáa mál við støðuni 1-0. Høvdu vit so tapt 2-1, ella hildi tað niðri á 1-0, so hevði tað tikið seg ótrúliga væl út á øllum úrslitatænastunum kring heimin.
Vit kunnu ikki verða annað nøgd við avrikið hjá spælarunum hjá okkum. Fleiri týsk viðhaldsfólk hava víst stóra virðing fyri føroyska avrikinum, og skilja als ikki, at vit kunnu spæla so væl við bara 49.000 fólkum at taka av.
Lars Olsen blandaði meginpartin av sínum kortum rætt. Bara spurningur kann setast við Daniel Udsen, sum kom í hópin og tók plássið frá Halli Hansson. Hann vísti ikki, at hann skal taka plássið, sum hann átti fyrr, aftur. Hinvegin, so gjørdi Lars helst rætt í at skifta eitt sindur út, tí hesa ferð gekk orkan ikki undan.
Alt í alt eitt gott avrik og vit kunnu illa forlanga meiri enn tað við fingið týskvøldið.
[email protected]
Lars harmast um tvey tey síðstu málini
Føroyska A-landsliðið tapti í gjár 3-0 fyri Týsklandi á Tórsvølli. Per Mertescaker legði Týskland á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Ikki fyrr enn eitt korter fyri tíð bragdaði aftur hjá týsku heimsstjørnunum, tá teir fingu brotsspark og Atli Gregersen fekk beinleiðis reyt kort. Mesut Özil umsetti til mál, áðrenn Thomas Müller staðfesti sigurin.
- Samanumtikið eri eg nøgdur. Tað er ringt, at vera nøgdur tá tú hevur tapt, men vit møta einum liðið í heimsflokki. Í fyrra hálvleiki órógva teir okkum við skjótum spæli, men í seinna hálvleiki eru vit við at fáa um endan til teir so fáa brotsspark. Tíggju móti ellivu, tá er dysturin taptur, sigur Lars Olsen og heldur fram.
- Í mun til dystin í Hannover, so haldi eg at liðið hevur gjørt framstig. Vit eru betri til at spæla bóltin okkara millum og vit koma til fleiri møguleikar. Sæð á tann hátt, so er avrikið á góðari leið, sigur landsliðsvenjarin.
- Vit tosaðu í hálvleikinum um, at týskarnir mátti fyri alt í verðini ikki fáa mál nummat tvey. So leingi støðan er 1-0, so trúgva vit upp á tað og skulu bara hava ein málmøguleika. Hann fáa vit eisini móti endanum. Hevði støðan tá verið 1-0, so kundu enntá fingið okkurt burturúr, sigur Lars Olsen
Landsliðsvenjarin fegnast eisini um, at fleiri av innskiftu spælarunum vísa, at teir eru til reiðar at bjóða av. Spurdur um góða avrikið hjá Pálli A. Klettskarð tað løtuna hann var á vøllinum, svaraði Lars soleiðis:
- Tað eru fleiri og fleiri, ið bjóða seg fram. Tað er gleðiligt fyri meg sum venjara, at eg kann skifta út uttan at liðið blívur verri. Eg eri eisini væl nøgdur við avrikini hjá Christiani R. Mouritsen og Halli Hansson, sum kom inn á miðuni. Jónas Tór Næs situr uttanfyri til hendan dystin, men eisini ein Heini Vatnsdal bankar upp á at sleppa inn. Kundu vit so fingið gongd í Odmar Færø, so sær heilt gott út, sigur Lars Olsen.
Avgerandi støðan í dystinum kemur eitt korter fyri tíð, tá Atli Gregersen fær reytt kort fyri at fella Thomas Müller.
- Eg síggi ikki støðuna. Atli sigur, at hann møguliga rakar hann, men eg havi ikki sæð tað umaftur. Vit eru í álopið og Rógvi Baldvinsson fer framvið og vit missan bóltin. Slíkt verður tú revsaður fyri, sigur landsliðsvenjari og leggur at enda afturat:
- Í dag síggja vit, at vit í fleiri førum kunnu spæla við og tað skulu vit halda fast í.
[email protected]