Í løtuni spælir B36 í UEFA Cup í Litava. Fyrsta bríkslið var klokkan 18, sum er klokkan 16 føroyska tíð. Sambært b36.fo er støðan eftir 1. hálvleik 0-0. Umstøðurnar at spæla eru góðar. Hitin liggur um 20 stig.
Litaviska Erkansas FK vann fyri tveimum vikum síðani 3-1 á Tórsvølli.
B36: Jákup Mikkelsen - Jóhan V Gunnarsson, Herbert í Lon Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Kenneth Jacobsen - Mikkjal Thomassen, Ingi Højsted, Klæmint Matras, Heini í Skorini, Alex José dos Santos - Amed Davy Sylla.
Á beinkinum: Jóan Pauli Jacobsen, Bárður H Joensen,Bergur Midjord, Rúnar í Lon Jacobsen og Ásbjørn V Gunnarsson.