1. deild menn:
B68-VB 0-0 (0-0)
Hvørki B68 ella VB kláraði at gera mál, tá liðini spældu á grasvøllinum á Svangaskarði sunnudagin. Heimaliðið hevði nógvar naskar royndir í seinna hálvleiki, og teir hildu seg vera omaná, men tað bar ikki til at fáa mál. VB var betri við í fyrra hálvleiki, men teir komu bara nær at gera mál.
B68 manglaði einasta landsliðsmannin í felagnum, Fróða Benjaminsen, og tað hevði kanska ávirkan á broddin í álopinum, men tað var sjón fyri søgn, at heimaliðið ikki kláraði at avgreiða bóltin seinasta teinin í málið.
Vágbingar vóru nervaðir av, at teir ikki høvdu røttu skógvarnar við til dystin á bleyta grasvøllinum. Í Vági er vøllurin hálur at spæla á, um røttu skógvarnir ikki verða nýttir, og hesaferð vóru tað vágbingar sum koma eitt sindur illa fyri tí viðvíkjandi.
Spælandi venjarin hjá VB, Krzysztof Popczynski, varð so mikið nervaður av skaða í rygginum, at hann setti seg sjálvan á beinkin, hóast hann hevur havt týðandi leiklut inni á vøllinum nógvar dystir í ár. Tað gav pláss fyri Jón Gærdbo á vinstra vongverja, men annars var liðið líkt tí, sum stóð seg so væl móti KÍ seinasta vikuskiftið.
Tríggjar uttan tap
Bæði B68 og VB taktu stongina. Jón Pauli Olsen og Milan Kuljic høvdu royndir, sum raktu B68-málið, og tá innskifti Mannbjørn Nesá í seinna hálvleiki lyfti upp um málverjan hjá VB, rakti bólturin innaru síðu á stongini, heilt uppi við tvørstongina, men inn fór hann ikki.
? Eg haldi, at vit spældu so væl, og høvdu so nógvar kjansir, at tað vit skuldu havt vunnið dystin, segði B68-venjarin, Bjørn Krog eftir dystin.
? Vit komu so nær, sum tú kanst koma, uttan at skora, men tað hjálpir bara einki.
VB-venjarin, sum sæt á beinkinum til tað vóru 10 minuttir eftir at spæla, var nøgdur við javnleikin.
? Eg hevði sjálvandi viljað vunnið dystin, men eg haldi samstundis, at vit skulu fegnast um, at vit ikki hava tapt tríggjar dystir á rað, segði hann, og sipaði til, at so langt var ikki millum VB-ósigrarar í fyrru hálvu av kappingini.
B68: Allan G. Joensen ? Signar Johannesen, Finn Mørk, Edmund Jacobsen ? Jan Petersen, Marlon, Jákup Djurhuus, Janus Thomse, Messias ? Øssur Jacobsen, Marcelo
VB: Bjarni Johansen ? Palli Augustinussen, Mikael í Lágabø, Eyðun Jacobsen, Magni Jacobsen, Jón Gærdbo ? Tórur Holm, Janus Kjærbo, Milan Kuljic ? Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen.