Málleysur toppur

Hvørki Chelsea, Liverpool, Manchester United ella Arsenal megnaðu at skora um vikuskiftið, og tað er fyrstu ferð í 15 ár, at hesi fýra liðini hava verið málleys í sama umfari

Seinast tað ikki eydnaðist nøkrum av liðunum, ið verða rópt »The Big Four«, at skora í sama umfari, var í 1993. Um vikuskiftið hendi tað so aftur. Hvørki Anelka, Torres, Ronaldo, Adebayor ella nakrar av hinum stjørnunum, ið manna Chelsea, Liverpool, Manchester United og Arsenal funnu málið hetta umfarið.

Men hóast eingi mál, so megnaðu trý av teimum fýra at halda egið mál reint, og harvið fingu tey eisini fingu eitt stig hvør.

Bæði Chelsea og Liverpool sóu út til at hava lutfalsliga lættar uppgávur á heimavølli. Chelsea ímóti Newcastle og Liverpool ímóti Fulham.

Liverpool spældi leygardagin. Fulham hevði ongantíð áður vunnið á Liverpool á Anfield, har Liverpool heldur ikki hevur tapt í 2008. Hesi hagtøl eru ikki broytt, men eftir at bæði liðini høvdu vunnið tríggjar sigrar á rað, máttu tey nú taka til takkar við einum javnleiki.

Sostatt hevði Chelsea møguleikan at leggja sjógv ímillum seg og Liverpool í oddinum. Men hóast at Chelsea hevði bóltin meginpartin av tíðini í dystinum ímóti Newcastle, so hevði útiliðið ein sannan brand í málinum. Shey Given tók alt, ið takast skuldi – eisini tvey stig frá Chelsea.

Í mun til Chelsea og Liverpool hevði Manchester United eina heldur truplari uppgávu á útivølli ímóti Aston Villa. Her hevði Manchester United veruliga hagtølini við sær, tí seinastu seks árini hevur felagið ikki sett stig til ímóti Aston Villa, umframt at Manchester United eisini hevði skorað í 36 teimum undanfarnu dystunum á rað. Henda góða gongd varð nullstillað leygarkvøldið, tá dysturin endaði málleysur. Eina stigið til Aston Villa merkir, at liðið sostatt leggur seg eitt stig framum Arsenal, og einans hevur eittans stigið upp til Manchester United.


Merkisvert tap hjá Arsenal

Arsenal tapti fyri fimtu ferð higartil hetta kappingarárið um vikuskiftið. Undan dystinum hevði rumbul verið í Arsenal og serliga kring franska liðformannin William Gallas. Orsøkin var ein bókaútgáva, har Gallas eftir øllum at døma hevur verið ov opinskáraður. Úrslitið var, at Gallas varð settur av liðnum og ikki er liðformaður Arsenal longur.

Um tað var hetta, ið merkti Londonliðið leygardagin er ógreitt, men hvussu er og ikki, vann Manchester City ein tryggan 3-0 á Arsenal. Hetta er størsta tapið hjá Arsenal í 20 mánaðir, og samstundis er tað fyrstu ferð í hálvtannað ár, at Arsenal tapir tveir dystir á rað.

Málini hjá Manchester City gjørdu Ireland, Robinho og Sturridge. Málið frá Robinho var vakurt, og hevur brasiliumaðurin nú gjørt átta mál í 11 dystum.

Sigurin hjá City var ársins fimti. Men merkisvert er, at hóast lutfalsliga fáar sigrar, so hevur liðið tó skotið 29 mál, sum er meiri enn bæði Manchester United, Liverpool og Arsenal hava. Í roynd og veru er tað bara Chelsea, ið hevur skotið fleiri mál enn Manchester City í ár.


Tottenham røttu megin markið

Tottenham fekk eina vanlukkuliga byrja upp á árið, men er undir Harry Redknapp komið aftur á beint. Farna vikuskiftið taptið liðið fyri fyrstu ferð undir onglendinginum, men sunnudagin kom Tottenham aftur á sigurskós, tá tað eydnaðist at basa Blackburn 1-0. Málið gjørdi Pavlyuchenko, tá bara níggju minuttir vóru spældir. Við sigrinum hálaði Tottenham seg upp um niðurflytingarmarkið.

Undir niðurflytingarmarkinum liggur millum annað Wigan, sum spælir ímóti Everton í kvøld.

Næsta vikuskiftið, og serliga sunnudagin verður aftur spennandi í Onglandi, tá tvær stórar grannauppgerð standa á skránni. Fyrst bresta Manchester City og Manchester United saman, og síðani Chelsea og Arsenal.


Myndatekstur:

Séamus John James Given, ella bara Shay Given, sum tey flestu kenna hann sum, spældi ein braddyst fyri Newcastle um vikuskiftið

Mynd: Polfoto


Úrslitini um vikuskiftið:

Sunderland - West Ham 0-1

Tottenham - Blackburn 1-0

Aston Villa - Manchester United 0-0

Liverpool - Fulham 0-0

Middlesbrough - Bolton 1-3

Manchester City - Arsenal 3-0

Portsmouth - Hull 2-2

Stoke - West Bromwich 1-0

Chelsea - Newcastle 0-0


--


Støðan í Premier League:

1 Chelsea 33

2 Liverpool 33

3 Manchester United 25

4 Aston Villa 24

5 Arsenal 23

6 Hull 22

7 Everton 19

8 Portsmouth 19

9 Fulham 18

10 Middlesbrough 18

11 Manchester City 17

12 Bolton 17

13 West Ham 17

14 Stoke 17

15 Tottenham 15

16 Sunderland 15

17 Newcastle 14

18 Wigan 13

19 Blackburn 13

20 West Bromwich 11