Málnevndin hevur í hyggju at fara undir fastan máltátt í bløðunum. Í hesum tátti er ætlanin at fáa fólk at hjálpa málnevndini at smíða orð fyri útlendsk orð, sum eiga at fáa føroyskan búna.
Hvussu regluligur hesin máltátturin verður í fyrstu syftu, vit tey kortini ikki enn, men sum frá líður, vóna tey, at hann verður ein fastur og týðandi táttur í málmenningini.
Málnevndin hevur tikið hetta stigið, tí tey eru sannførd um, at tað er av alstórum týdningi at fáa í lag dygdargott samstarv við allar teir mongu føroyingar, i hava áhuga fyri máli og málmenning.
? Í máltáttinum fara vit at leggja fram fyri almenningin orð, máliskur og orðingar, sum vit fegin høvdu viljað, at fólk góvu okkum uppskot um, hvussu hetta ella hatta orðið kundi itið á føroyskum, sigur málnevndin í tíðindaskrivi.
? Vit fara at heita á fólk, stovnar og feløg at senda okkum orð, sum tey antin sjálv longu hava føroyskað, ella sum tey halda áttu at fingið føroyskan búna. Soleiðis høvdu vit fingið skrásett orð, sum longu eru smíðað, ella orð, sum verða nýtt, men sum framvegis einki føroyskt snið hava fingið, sigur málnevndin.
Eisini høvdu tey í málnevndini verið takksom, um feløg, stovnar og einstaklingar, sum hava orðalistar, høvdu viljað sent okkum teir, soleiðis at málnevndin til dømis slapp undan at tikið málsligar spurningar upp til viðgerðar, sum longu kanska eru loystir.
? Okkum er sjálvandi greitt, at Føroyamálsdeildin eigur fleiri slíkar listar, men hugsandi er, at orðalistar eru gjørdir, sum vit einki vita um, siga tey.
Uppskot frá lesarum til orðagerð ella orðatýðingar:
1)belægge: hotellet er ikke fuldt belagt
2)belægning: hotellets belægning er tilfredsstil-lende
3)overbelægge: hotellet er overbelagt (hotellið hevur ov nógvar gistingar?)
4)overbelægning: vi har haft 10% overbelægn-ing í sommer
5)surprise party t. d. um føðingardagshald, sum føðingardagsbarnið sjálv ikki veit verður fyrireikað.
Nøkur dømi um orðagerð:
attachment (teld): fylgiskjal
social- og sundhedshjælper: heilsuhjálpari
social- og sundhedsassistent: heilsurøktari