Framsýningar
Fernisering verður í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin, 16. september, klokkan 13, og framsýningin verður opin til mikudagin, 21. september.
Frá 23.-28. september fara myndirnar hjá Lisbeth at hanga á Torginum í SMS.
Flutti niður
Lisbeth Mortensen er ættað úr Havn. Hon flutti niður til Danmarkar í 1992 og byrjaði á Listaskúla árið eftir. Á skúlanum lærdi hon at mála og gera skulpturar. Seinastu árini hevur hon havt nógvar framsýningar kring um í Danmark, og hon hevur eisini verið á listaferð í Grønlandi í nakrar mánaðir.
Í 1994 fekk Lisbeth legat, sum gav henni møguleikar at halga sær listina eitt longri tíðarskeið í Suðurjútlandi, og eftir hetta var hon ikki í iva um, at tað var listini, hon skuldi arbeiða við.
Lisbeth ger eisini skulpturar úr ymiskum tilfari, og hon málar við vatnlitum (akvarel) og ger oljukritstekningar.
Í apríl varð hon bjóðað at luttaka í Nordisk Dag í Aalborg, har fleiri føroysk tiltøk skuldu vera, og í hesum sambandi sýndi hon fram sína føroysku myndlist.
Í Indiu
Í februar í ár var Lisbeth í Indiu saman við eitt nú soninum, Christiani og Ann Mari Nybo úr Vero Moda í SMS. Tey fóru saman við átta øðrum á vitjan hjá børnum, sum tey sponsorera.
Lisbeth hevur málað málningar úr Indiu, sum eru prentaðir til postkort, har peningurin fyri søluna fer til børn í Norðurindiu. Hon stuðlar International Børnehjælp og verða á framsýningunum í Føroyum ymiskir lutir seldir til frama fyri hesi børn.
Í november í ár fer hon í 5 mánaðir at arbeiða við brekaðum børnum í Indiu.
Framsýningarnar hjá henni í Føroyum verða sum nevnt í Smiðjuni í Lítluvík (16.-21. sept.) og á Torginum í SMS (23.-28. sept.).
Meira kann lesast um Lisbeth Mortensen á www.lisbethmortensen.dk