Málshowið hjá Adrian: Hoyr TV2, Trónd Arge og Adrian sjálvan (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við frísparkskongin, Adrian Justinussen og samrøðu við Jens Bertil Askou, høvuðsvenjara hjá HB

##med2##

Uppá átta minuttir millum áttanda og sekstanda minutt í fyrra hálvleiki skoraði Adrian Justinussen eitt reint frísparks-hattrick. Vit sum eru komin nakað uppí árini hava ikki hoyrt um slíkt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum áður. Fimm minuttir seinni økti Adrian til endaliga úrslitið 5-0. Og tá Øssur Dalbúð legði HB á odda 1-0 átti Adrian uppleggið.

Adrian er glaður fyri tey fýra málini og stórsigurin, og í samrøðu við Trónd Arge á FM1 greiddi hann útføriliga frá øllum málunum. Gleðin er enn størri við, at Adrian hevur seg sjálvan sum liðskipara á Fantasy Football liðnum. Í samrøðuni dyldi Adrian ikki, at málið hjá honum er at koma til Niðurlond, Týskland ella til Ongland at spæla fótbólt sum yrkisspælari

Høvuðsvenjarin hjá HB, Jens Bertil Askou staðfestir skot-dygdirnar hjá Adrian, men enn eru lutir eftir at bøta um í spælinum hjá Adrian, men HB-venjarin undirstrikar, at Adrian betrar seg fyri hvørja viku sum fer.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra:

1) Hoyr norska TV2 seta orð á tey fýra málini hjá Adrian Justinussen.

2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá øllum fimm málunum. Rasmus Nolsøe var viðmerkjari.

3) Hoyr Rasmus Nolsøe taka samanum um ein ruddiliga uppibornan sigur til HB, og eitt ógloymandi avrik hjá Adrian Justinussen í fyrra hálvleiki. 

4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Adrian Justinussen.

5) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jens Bertil Askou. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av venjarunum hjá AB, Símun Samuelsen.

(AB-HB 0-5, hoyr málini, hoyr Rasmus Nolsøe taka samanum, og hoyr samrøður við Adrian Justinussen og Jens Bertil Asgou)