Sigvald Kristiansen
----
Herfyri var nógv tosað og skrivað um bógstavaraðið – alfabetið – hjá okkum. Ósemja er um, hvørjar bókstavar vit skulu hava við og hvørjar ikki. Ein bókstavur ella fleiri velda mikið orðaskifti, tí hetta hevur týdning í okkara dagliga samskifti bæði í skrift og talu. Og tað er bara gott, at vit kunnu skifta orð um tílíkt á ein sakligan hátt.
Viðvíkjandi uppskotinum um broytingar í hjúnabandslógini hevur lítið verið tosað um tær málsligar avleiðingar, tað kann fáa. Eins og við alfabetinum átti lívligt kjak at staðist av hesum, tí tað fer at fáa ikki minni týdning á tað dagliga samskiftið bæði í talu og skrift, um broytingin fer at vera soleiðis, sum ein minniluti nú vil hava tað at vera. Tí loyvi eg mær – hóast ikki meira málkønur enn tey flestu – at koma við nøkrum hugleiðingum um orð og hugtøk, sum hava við hesa lóg at gera.
Í samband við hjúnarbandslógina hava vit hugtøkini hjún og gifta. Hesi bæði húgtøkini er væl defineraði í okkara málbrúki, bæði í okkara dagligari talu og í okkara bókmentum. Orðabókin sigur eisini greitt, hvat hesi hugtøk merkja.
Hjún verður definarað (í fleirtali): eini hjún: maður og kona, sum eru gift. Hjún hevur í øllum samansetingum í orðabókini týdningin maður og kona.
Gifta verður definerað: víga í hjúnaband, tey vórðu gift, giftust. Gifta hevur eisini týdningin hjúnaband. Hon gifti seg við honum.
Verða hesi hugtøk broytt, fær tað álvarsligar og misháttar avleiðingar.
Dømi. Tað er løgið at síggja í lesarabrævi fyri stuttum samkynda kvinnu úttala seg: Gift við konuni í 14 góð ár (tó ikki í mínum heimlandi). - Visti tú ikki, hvør segði hetta, kundi tú eftir okkara vanligu uppfatan av orðinum gift, spurt, hvør er maðurin. Í vanliga málbrúkinum er hjúnaband millum mann og konu. Í hesum førinum verður orðið gift avlagað: Maður mín er ein kona.
Annað dømi. Í samband við vitjan av íslendska forsætisráðharranum skrivar ein um politikara, sum noktaði at fara til døgurða saman við forsætisráðharranum og konu hennara. - Her verður aftur avlagað. Í okkara vanliga málbrúki um hjúnalag hevur maður eina konu ella konan hevur ein mann. Kona hennara ber snøkt sagt ikki til at siga, gevur onga meining.
Upp aftur annað dømi. Ì samband við leikin “Borð á Carello”. Leikin hevur makin hjá íslendska forsætisráðharranum Jóhonnu Sigurdardóttir, hon eitur Jónina Leósdóttir, skrivað. - Her kemur orðið maki uppí ístaðin fyri kona ella maður, í hesum førinum kona. Men maki kann vera annað eisini, vinur, kenningur, onkur í familjuni. Bjóðað verður til veitslu við maka, her kann makin verða hvør sum helst. Maki sigur einki um hjúnabandsviðurskiftini.
Sum nevnt er tað ein minnilutabólkur í samfelagnum, tey samkyndu, sum upprunaliga hava sett krav um broyting í hjúnabandslógini. Hesin minniluti er ein partur av okkara samfelag, hevur altíð verið tað, og tað skulu tey sjálvandi eisini hava loyvi til, eingin lóg forðar teimum í tí. Tey gera nú meira vart við seg, eru sera sjónlig í fjølmiðlunum, og tí hava tey fingið ein viðhaldsbólk, sum stuðlar teimum í teirra krøvum, bæði innan politiskar flokkar og eina mest millum ung. Tey hava dugað væl í so máta at føra síni sjónarmið fram.
Men eitt mark má vera fyri krøvum, sum fara at hava so umfatandi broytingar á nakað so grundleggjandi sum okkara málbrúk, og tað er bert tað, sum eg leggi dent á í hesi grein.
Tað mátti borið til at funnið orð ella heiti til samkynd pør, so okkara orð sum hjún og gifta ikki verða avlagað, sum dømini omanfyri vísa. Meirilutin kann við góðum rætti eisini krevja nakað, og tað er, at okkara mál ikki verður avlagað við at broyta eina lóg, men at vit varðveita týdningin av teimum orðum og heitum, sum hava verið galdandi í øldir.
Tað tykist mær at vera bæði væl lærd og menta fólk, sum tala søk teirra samkyndu, og hesi eru ofta at síggja og hoyra í fjølmiðlunum, bæði í bløðum, sjónvarpi og útvarpi, so onkur av teimum mátti verið so fræg ella frægur, at tey kundu funnið orð ella smíðað heiti, sum hóskar til teirra ynskir um parlag, og sum ikki avlagar okkara vanliga málbrúk.
Eg vil heita á rættarnevndina, sum víðari viðgerð hetta broytingaruppskot av hjúnabandslógini, um eisini at hava málsligu sjónarmiðini við í teirra metingum.
Skála 8. des. 13.