Máltíð á 10.000 metra hædd

Fasten your seatbelt - get ready for takeoff - crosscheck please!
Tá hesi orð eru søgd, vita tey flestu, hvat tað næsta er á skránni umborð - flogmaturin.
Vit hava kannað eftir, hvat hendir áðrenn flogmaturin endar framman fyri tær umborð á flogfarinum

Inni á Hotel Vágum er klokkan akkurát farin av átta, og sjey kvinnur standa í rúkandi farti og gera smyrjibreyð. Breyðini skulu smyrjast, salatbløð, roastbúffur, leykur, remoulada og tomat skulu leggjast á, og alt skal helst síggja vakurt og leskiligt út.
Í einum øðrum rúmi verður eitt annað slag av mati gjørdur, sum er til teir styttri flogtúrarna. Tvíflís við ost, skinku og salat verður lagt í posar, sum skulu til Stanstead.
Hendan morgun skulu kokkarnir á Hotel Vágum gera 450 »matar«, sum tær kalla tað. Og alt skal vera úti av húsinum áðrenn klokkan 10 um morgunin.
 Vit hava ongantíð verið ov seinar enn, siga tær. Maturin ídag er roastbúffur og rækjur á smyrjibreyði. Aðrar daga kann tað verða laksur, kjøtfrikadellur, rullipylsa og fiskaflak.
 Vit hava 16 ymiskar matskráir, sum vit skifta ímillum. Vit gera sama mat í eina viku, sigur Malja Danielsen, kokkur á Hotel Vágum. Í dag er nógv at gera, so eyka fólk eru innkallað.
Viðhvørt hyggja tær til ein lepan, ið hongur uppi á vegginum. Har hevur Atlantsflog skrivað nøvnini á teimum ymisku flogførunum, nær tey skulu avstað, og hvussu nógv fólk eru í hvørjum. Í dag eru nýggju flogfør, sum skulu avstað úr Vágum.
15 av teimum 450 fólkunum eru børn, og tey skulu hava sín serliga mat, ið er eitt sindur lættari enn hjá teimum vaksnu. Tvíflísar, eitt petti av eini appelsin og ein slikkipinnur verður pakkað til børnini. Onkutíð fáa tey sjokalátapálegg.

Kaldan mat
Matskráin verður gjørd í samráð við Atlantic Airways, og roynt verður at passa matin til sesongina. Atlantsflog hevur alt frá byrjanini bjóðað kaldan mat  Maersk Air hevði heitan mat og nýggja flogfelagið FaroeJet skal eisini hava heitan mat til síni ferðafólk.
 Tað er faktiskt lættari at gera heitan mat. Tann kaldi maturin er nógso nógv arbeiði við eftirsum so nógv ymiskt skal leggjast á breyðini, sigur Amy Jacobsen, kokkur á Hotel Vágum.
Nógv arbeiði við at pakka bestikk og seta koppar og pappír á bakkarnir verður gjørt frammanundan. Eisini verður citrón, tomat og annað skorið upp dagin áðrenn.
Viðhvørt verður serligur matur gjørdur tá vegetarar, diabetiarir ella fólk við ovurviðkvæmi eru umborð.
 Atlantsflog boðar okkum frá, um tað er nakað serligt, sigur Kári Hentze, stjóri á Hotel Vágum. Viðhvørt verða lítlar lagkøkur eisini gjørdar til tey, sum hava føðingardag ella eru nýgift.

Matur má vera
Kári Hentze meinar, at matur má verða umborð á flogførunum úr Føroyum.
 Fólk lata seg pent í, tá tey fara út at flúgva her og vænta sær at fáa mat, tá tey koma umborð.
Annars eru tað nógv flogfeløg uttanlands, sum velja at ikki servera nakran mat ókeypis, men lata ferðafólkini keypa tann mat, tey vilja hava.
Hotel Vágar fær sjáldan nakrar klagur um matin umborð, onkutíð hevur onkur sagt, at víndrúvurnar vóru modnar.
Ein flogterna, vit hava tosað við, sigur at maturin, teim flestu dáma best er rullupylsa og fiskaflak. Tá eru ongar leivdir eftir á bakkunum.
Tá klokkan er blivin 9.30 verða lokini koyrd á smyrjibreyðspakkarnir og verða teir settir inn í vognarnar. Ein maður kemur og koyrir teir oman til flogførini, og so er bara hjá flogternunum at servera umborð. Góðan matarlyst!