- Mín politiska framtíð er eitt luksusproblem

Sonja Jógvansdóttir hvørki váttar ella noktar tíðindini um, at hon er áveg í Tjóðveldi

- Ein av fyrstu døgum verður boðað frá, at Sonja Jógvansdóttir verður partur av tingmanning Tjóðveldis. Hetta skrivaði in.fo í grein her, fyrr í morgun. Tí vælvitandi keldur vita at siga in.fo, at Sonja Jógvansdóttir er á veg upp í Tjóðveldi. Sonja Jógvansdóttir hvørki váttar ella noktar fyri hesum tíðindum, men í morgun hevur hon skrivað á Facebook um støðuna, eftir greinina her á síðuni. 

 

- Vaknaði í morgun til tíðindi á in.fo um, at eg var á veg uppí Tjóðveldi. Havi hetta at siga í hesum sambandi: Sum eg so ofta havi sagt fyrr, so er tað týdningarmesta nú, at fáa framt nøkur av aðalmálinum, sum ikki bara eg – men eisini aðrir flokkar fóru til val uppá, skrivar Sonja Jógvansdóttir. 

 

Hon sigur víðari, at vit kunnu ikki longur bíða, tá tað kemur til børn í fátækraváða. Hon sigur, at løgtingið má taka um endan, tí sambært tingkvinnuni fer onki at koma frá landsstýriskvinnuni.

 

- Hon (Eyðgunn Samuelsen, red) hevur havt nærum 1100 dagar, men ov lítið er komi burtuúr á Almannaøkinum. Tí verður øll mín orka løgd í at fáa lógaruppskot løgd fram, har løgtingið sleppur at taka støðu til, hvussu vit lyfta børn úr fátækraváða. Eisini er umráðandi at løgtingið sleppur at taka støðu til uppskot, har m.a kommunurnar fáa heimild at byggja leiguíbúðir, sigur Sonja Jógvansdóttir. 

 

- Í mun til stóru avbjóðingarnar, sum tey ið liva í fátækraváða hava og tær nógvu familjur hava, sum ikki hava tak yvir høvdið, so er mín politiska framtíð ein luksustrupulleiki. Lat okkum heldur brúka orkuna at loysa stóru samfelagstrupuleikarnar við fátækradømi og bústaðarneyð, heldur enn hvar mín politiska framtíð verður, sigur Sonja Jógvansdóttir. 

 

Tingkvinnan varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2015, men longu á fyrsta tingfundardegi tann 16. september í 2015 meldaði hon seg úr Javnaðarflokkinum. Síðani hevur hon verið politiskur leysgangari, men hevur stuðlað samgonguni kortini. Harvið broytir hetta ikki nakað í politiska landslagnum - uttan at Tjóðveldi harvið verður størsti flokkur á tingi og helst skal flyta eina røð fram í Løgtinginum, har flokkar eru settir eftir stødd.