Mínboks – nýggi talgildi postkassin

Elektron og Posta taka í dag í nýtslu eina slóðbrótandi talgilda postskipan, ið kallast Mínboks. Við Mínboks kunnu allir borgarar trygt og lætt fáa brøv frá virkjum og stovnum sendandi á telduna.

Við kunningartøknini gerast møguleikarnir at samskifta alsamt betri, og Elektron og Posta hava við Mínboks ment ein talgildan postkassa, sum fer at gera alt samkifti í samfelagnum ómakaleysari.

Mínboks-skipanin ger tað møguligt hjá virkjum og stovnum at senda borgarum brøv og uppgerðir beinleiðis á telduna. Borgararnir kunnu so umvegis skipanina svara brøvunum.??

TAKS fer í næstum at senda út skattauppgerðirnar fyri 2012, og tey, sum tekna seg til Mínboks, fáa skattauppgerðina í talgilda postkassan og ikki sum vanligt bræv. Tey, sum ikki eru við í Mínboks, fáa kortini uppgerðina sum vanligt bræv.

– Mínboks er ment við tí í hyggju at talgilda alt formligt samskifti millum virkir, stovnar og borgarar í Føroyum. Skipanin er framkomin, og trygdin er í hásæti. Sum frálíður vænta vit, at Mínboks verður fremsta amboðið, sum borgararnir fara at brúka til tess at samskifta við virkir og stovnar, sigur Niels Christian Nolsøe, stjóri á Elektron.

TAKS er ikki einasta fyritøka, sum fer at brúka Mínboks beinanvegin. Allir fýra peningastovnarnir, Vodafone, Trygd, Magn, SEV, Studni, Tryggingarfelagið Føroyar, Betri Pensjón og Tórshavnar Kommuna verða eisini partur av skipanini. Seinni koma uppaftur fleiri virkir og stovnar við í skipanina.

– Við Mínboks bjóðar Posta eina framkomna tænastu á hædd við tær tænastur, sum postverk í framkomnastu londum í heiminum bjóða. Vit fegnast um at kunna bjóða kundunum eina tænastu, sum ger tað lætt at fáa yvirlit yvir alt samskifti við virkir og stovnar, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Sera einfalt er at tekna seg til Mínboks. Hevur tú netbanka, innritar tú við netbankaloyniorðinum á heimasíðuni www.minboks.fo. Fyrstu ferð tú ritar inn, skalt tú uppgeva teldupost. Tá tú hevur uppgivið teldupostin, ert tú við í Mínboks. Tænastan er ókeypis.

Samskiftið umvegis Mínboks er persónligt og púra trygt. Av tí, at tú ritar inn við sama loyniorði sum á netbankanum, hava onnur ikki atgongd til tín postkassa. Samskiftið er eisini krypterað, so óviðkomandi ikki kunnu síggja skjøl, ið verða send aftur og fram.