- Mær dámar væl at rokna

Hanna Ólavsdóttir Jacobsen hevði sín fyrsta skúladag í morgun, tá hon møtti í Kollfjarðar skúla.
Tað hevði hon glett seg til leingi.

Í morgun ætlaði sjey ára gamla Hanna sær at vera í góðari tíð.
Saman við foreldrum sínum var hon farin tíðliga frá húsum teirra Norðuri í Sundum, har hon býr.
Og Hanna hevur glett seg øgiliga nógv til henda fyrsta skúladagin.
- Jú, eg eri øgiliga spent, sigur Hanna. Hon er fámælt í morgun, og vil annars bert gera smærri viðmerkingar við spurna blaðmannin.
Saman við foreldrum sínum og lítlu systur síni kemur hon í skúlan sum fyrsti næmingur í morgun.
Nú byrjar álvarin!
 
Skriva og lesa
Frammanundan fyrsta skúladegi er týðiligt at nógvir av næmingunum hava roynt at skriva bæði tøl og bókstavir.
Sjálv væntar Hanna at henni fer at dáma væl at rokna.
- Men mær dámar eisini væl at skriva og lesa, sigur hon.
Hon ger seg til reiðar at fara innar í skúlan, har flokslærari hennara, Jón tekur ímóti henni, foreldrum hennara og systrini.
Í taskuni hevur hon penalarhús við øllum tí í, sum krevst til ein vanligan skúladag, m.a. litblýantar.
Tað vísir seg, at tey skuldu fáa brúk fyri hesum litblýantum longu henda fyrsta skúladagin.
Innkomin í flokshølið gevur lærari teirra teimum nevniliga ta fyrstu uppgávuna í skúlatíðini: At tekna seg sjálvi á fyrstu opnini í føroysktbókini Sóljuni.
Tað er týðiligt at hetta dámar Honnu og hinum næmingunum sera væl.
 
Vinkonan Maria
Hanna kennir longu tey allarflestu í flokkinum, m.a. tvær gentur sum eita Trina og Tordis.
- Og so er eisini Maria í mínum flokki. Hon er vinkona mín, sum eg spæli við næstan hvønn dag, greiðir Hanna frá.
Tær báðar eru hepnar. Nú kunnu tær vera saman bæði í skúlatíðini  og aftaná!
Hetta var av sonnum ein góð byrjan. Skúlin er ikki so galin kortini!