Hon vaks upp saman við seks systkjum í Skopun, men sum 20 ára gomul flutti hon til Hollands at búgva, og har býr hon framvegis. Maria Wilsterman býr í Hippolytushoef, sum liggur einar 60 kilometrar norðan fyri Amsterdam. Hon eigur trý børn og fimm ommubørn. Maðurin doyði fyri nøkrum árum síðani.
– Eg møtti manni mínum, Herry Wilsterman, í Havn. Eg arbeiddi á skrivstovuni á Skipasmiðjuni, og hann var í Føroyum eitt tíðarskeið, tí skipið, sum hann var við, varð umvælt í Havn. Í 1966 flutti eg saman við Herry til Hollands at búgva, sigur Maria Wilsterman við Sosialin.
– Mær longdist sera illa fyrstu tíðina. Broytingin kendist stór, tí vit fluttu inn í eina íbúð á triðju hædd í bygningi, har allar hurðar vóru afturlætnar. Í Føroyum stóð alt opið, og vit gingu øll inn til hvønn annan, men soleiðis var ikki har. Eg sat inni, og tað kendist ikki so frítt sum í Føroyum. Men mann veit, hvat mann velir, og eftir eina tíð dámdi mær væl at búgva í Hollandi, sigur hon.
Longri samrøða við Mariu Wilsterman kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.