Sum tað fyrsta reiðaríið í heiminum hevur A.P.Møller-Mærsk gjørt av at royna biodiesel umborð á einum av sínum bingjuskipum. Endamálið er at skerja útlátið av CO2. Jacob Sterling hjá Maersk Line sigur við danskar fjølmiðlar, at tekniskt er ætlanin at kanna, hvussu skipsmotorar og brennioljutangar skikka sær, tá talan er um biodiesel.
Maersk Line hevur sett sær sum mál at skerja CO2-útlátið hjá sínum bingjuskipum 20 prosent fyri hvørja flutta bingju hetta til 2017. Ætlanin er í fyrsta lagi at røkka málinum við orkusparandi tøkni.