Múrurin fall ikki bara eitt sindur, Høgni Hoydal

Høgni Hoydal, landsstýrismaður hevur drúgva grein í Sosialinum fríggjadagin við heitinum: »Tað, sum vendir niður, vendir upp.« Hon er ikki bara long, men eisini rættiliga ósamanhangandi, tí vil eg bert gera viðmerkingar til sjálva byrjanina. Restina kann eg koma aftur til.

Høvuðstráðurin í hesi grein er, at einki skil er meira í hesum landinum, tí vit hava eina andstøðu, sum í tíð og úrtíð tekur til orðanna. Eina andstøðu, sum brúkar so ótrúliga orku til at finnast at sitandi samgongu og hennara politisku ætlanum. Ein andstøða, sum enntá dittar sær at fara í donsk bløð við lygisøgum, útspillingum av landsstýrismonnum og ósannindum um politisku ætlan landsstýrisins.

Hetta eru niðurstøður, sum verða gjørdar í einum ella øðrum formi av desperasjón, tí soleiðis hevur sær okkara veruleiki ikki út. Hetta eru beinleiðis skeivar niðurstøður.

Eg vil beinanvegin siga, at eg als ikki skilji Høgna Hoydal og hansara uppfatan av einum demokratiskum samfelag. Tað er altíð hini, sum eru ósaklig, ósonn og sum einki hava skilt. Tað eru altíð hini, sum koma við ræðumyndum, og tað eru altíð hini, sum sláa hann og hansara viðhaldsfólk í høvdið. Tað eru altíð hini, sum grava seg niður í gomlu skotgravirnar.

Sjálvandi var tað best fyri hann og restina av landsstýrinum, um andstøðan ikki hevði tali- og skrivifrælsi, men so skuldi Høgni Hoydal valt sær annað land at búð í, um tað er tað, hann ynskir, og tað slagið av londum finst enn, hóast gomlu Mekka´ini í Tirana, Moskva og Peking eru fallin. Annað er so, at landsstýrismaðurin kanska átti at broytt arbeiðssetningin hjá grundlógarnevndini, tí sum er ganga vit út frá, at eisini andstøðan í framtíðar Føroyum fær tali- og skrivifrælsi.

Síðan vil eg siga, at mær tykir, at landsstýrismaðurin fellur ein órættvísan dóm yvir andstøðuna, tá hann leggur hana undir persónliga útspilling og lygisøgur, um hann við andstøðuna har eisini hugsar um undirritaða. Eg havi ongantíð í mínum politiska arbeiði ført meg fram við persónligum álopum hvørki henda ella handa vegin. Tað liggur mær so ótrúliga fjart, og gjarna fyllir tann eftir mínum tykki sakligi og politiski parturin meira enn ríkiligt. Harnæst vil eg siga, at eg sjálvandi havi úttalað meg til donsk bløð, treyðugt so í tí støðu eg havi sum fólkatingslimur, og tað ætli eg mær framhaldandi at gera, men eg havi altíð hildið meg til tann innihaldsliga partin. Men eftir øllum at døma er hetta eisini ovboðið fyri henda sokallaða »demokratiska« landsstýrismannin. Honum dámar enntá at føra seg fram við orðum sum rættarsamfelag og toleransu, men tey hava kanska annan týdning í hansara totalitera hugaheimi.

Neyvan hevur nakar úttalað seg meira til útlendskar fjølmiðlar enn Høgni Hoydal sjálvur, og tað er eisini í lagi við tí, tí hann er jú forsprákarin fram um aðrar fyri loysingini. Hann hevur enntá givið út bók um sína politisku uppfatan á donskum fyri danir. Og í farnu viku sendi hann saman við løgmanni og Helenu Dam á Neystabø faldara út í hvørt heim, har tey enn einaferð mála myndina so ljósareyða av framtíðarvónunum fyri samráðingunum, hóast veruleikin fyri allar føroyingar er ein heilt annar. Og fyri skattgjaldarans pengar. Rættiliga raffinerarð má sigast - vit billa tykkum nakað inn, sum tit eiga at trúgva, og tit gjalda sjálvi fyri tað. Og her í seinastuni hevur Høgni Hoydal eisini megnað at drigið grønlendingar við inn í kjakið, hóast teir sjálvir hava lagt seg eina við ikki at gerast partur av málinum.

Eitt skalt tú so vita, Høgni Hoydal, at tað skal meira enn hasi illsinisglepsini til, fyrr enn andstøðan stingur í sekkin og tegir fyri rest.

Ikki veit eg, tá Høgni Hoydal og samráðingarnevndin aftaná fundin 17. mars vóru komnir í rasshaft av láturliga búskaparliga útspælinum við næstan óavmarkaðari skiftistíð, tá kundi andstøðan knappliga brúkast. Jú, hetta var eitt útspæl hjá Javnaðaraflokkinum, segði Høgni Hoydal í Tíðindaskrivi, sum løgmaður seinni segði einki vita um. Javnaðarflokkurin hevur so ongantíð arbeitt við einari skiftistíð frá millum 50 og 80 ár.

Høgni Hoydal, hvat er tín uppfatan av einum fleirflokkaðari politiskari skipan? Gaman í, var bert talan um eina og somu trúgv, kanska bert tann eina flokkin, so vóru atfinningar frá øðrum ein rár hending, men hjá okkum skilja vit tað sum eina styrki fyri demoktaisku tilgongdina, at øll koma til orðanna.

So, orsakað eg sigi tað, so tykir mær, at tú onkursvegna er komin í klemmu millum eina farna og eina nýggja tíð. Múruruin fall ikki bara eitt sindur, nei hann skrædnaði líka í botn, Høgni Hoydal Lat teir ikki ráðgeva tær um bert at taka ein part av nýggju tíðini við, fyri síðan eisini at varðveita leivdirnar av tí mest ræðuliga, nevniliga tørvandi virðing fyri einari demokratiskari tilgongd, har eisini andstøðan og onnur sleppa framat.

Vit brúka hóast alt ikki skattgjaldarans pening til selja okkara sjónarmið.


Jóannes Eidesgard