Múrurin minnir um aðrar múrar

Ísraelski hægstirættur og mannarættindadómstólurin í Haag skulu nú taka støðu til múrin, sum ísraelsku myndugleikarnir byggja fyri at avbyrgja palestinar

Hægstirættur í Ísrael skal nú taka støðu til, at ísraelsku myndugleikarnir hava rættin á sínari síðu, nú teir eru í ferð við at byggja ein múr, sum eftir ætlanini skal verja Ísrael ímóti palestinskum yvirgangsmonnum.

Tað eru ísraelskir mannarætindafelagsskapir, sum hava lagt málið fyri hægstarætt. Málið er eisini lagt fyri sltjóða mannarættindadómstólin í Haag, sum fer undir at viðgera tað tann 23. februar.

Norski menningarmálaráðharrin, Hilda Frafjord Johnson, sum seinastu dagarnar hevur verið í Miðeystri, segði við Aftenposten í gjár, at múrurin fer ikki at gera Ísrael tryggari. Hon gjørdi greitt, at norska stjórnin er ikki í iva um, at múrurin stríðir ímóti fólkarættinum.

-Hetta minnir um aðrar múrar, segði ráðharrin uttan at greiða frá, hvat hon sipaði til.