Fuglalív
Ein gamal fiskimási heldur til við Ellisheimið í Miðvági. Hann hevur verið har í minsta lagi í 15 ár, og útlit eru til, um alt annars gongur væl, at hann kann vera verðandi líka leingi afturat.
Tá tær bilar eitthvørt, er vanligt at fara har, hjálp fæst. Tað verið seg til matna ella sjúkrarøkt. Og hjá másanum í Miðvági var tað ivaleyst bjargingin, at hann helt seg til Ellisheimið.
Másin, sum tey hava uttnafyri, er lættur at kenna, tí hann hevur skatt annað beinið, greiðir Karl Johan Joensen, sum arbeiðir á Ellisheiminum, frá.
Vinstri fótur er visnaður og fitjurnar samanlagdar. Umframt er fóturin eisini skeivur, soleiðis at hann vendir ymsar vegir, tá fuglurin gongur.
Karl Johan Joensen er ikki í iva um, at tað er orsakað av hesum skeiva beininum, at fuglurin er endaður har, hann heldur til. Hann er útblakaður frá sínum egnu so at siga. Men við teirri røkt og fóðring, hann fær, man hann ikki kenna ta stóru trongdina til at fara aðrastaðni. Hann hevur tað gott sum er, og er eisini til gleði og stuttleika hjá bæði búfólki og starvsfólki, sigur Karl Johan.
At Másin er brekaður sæst týðuliga um summarið, tá likkurnar eru her, sigur Karl Johan. Másin er minni enn tær og formár sær ikki tað stóra, tá tær koma larmandi í flokki. Hann verður beinleiðis happaður og pikkaður so til, at hann mangan er heilt fjaðursárur og líkasum heldur seg eitt sindur burturfrá av tí sama. So hjá honum er tað ein lætti, tá likkurnar aftur rýma av landinum.
Annars er fiskimásin vanliga bæði størri meira ágangandi enn likkan, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglaútstappari í Nólsoy.
Hann sigur, at másin í Miðvági saktans kann gerast dupult so gamal, sum hann er í dag, um annars alt gongur honum eftir vild.
Elsti fiskimaásin, hann veit um, sigur Jens Kjeld, helt til í einum djóragarði í Týsklandi. Hann gjørdist 52 ára gamal. Men vanligt er í náttúruni, at teir gerast eini 25-30 ára gamlir, sigur hann.
Nakað tað sama er við likkuni. Jens Kjeld Jensen veit um likku í Vágum, sum ein smádrongur hevði sum pisu, tá hon var skuri. Hann smoygdi ein ring, sum var eitt dekk av einum leikutoysbili, upp á beinið á skuranum fyri at kenna hann aftur.
Eisini skurin kendi seg aftur og kom trúliga »heim aftur« ár undan ári. Í samfull 27 ár kom hendan likkan aftur. Tað vistu tey, tí tey kendu ringin.
Hon fall í bardaga, tá hon á ellisárum vildi verja lendi sítt móti eini - helst yngri likku - sum hevði hug at troka hana av, greiðir Jens Kjeld Jensen frá.