Ein avleiðing av telduinnrásini, sum nú hevur staðið við í eini 20 ár, er, at sonevndu músaskaðarnir gerast alsamt fleiri í tali.
Skaðin breiðir seg
Beinta Danielsen, sum hevur fysioterapistovuna Stimbur, sigur við Sosialin, at tey merkja væl, at títtleikin av hesum skaðum er øktur.
Hon sigur, at talan er um ein stóran bólk av fólkum, sum hava skaðar, sum beinleiðis stava frá skeivum arbeiðsumstøðum. Skaðar, sum gera um seg í undirarmi, álboga, øksl og nakka.
Sonevndu músaskaðarnir raka nevnliga slettis ikki bara álbogan, sum annars er tann likamsparturin, sum verður oftast nevndur í hesum sambandi.
At byrja við eru tað tó serliga álbogin og undirarmurin, sum taka skaða av smá rørslunum við fingrunum, men so við og við breiðist hetta, greiðir Beinta frá: -Tá tú fært pínu í arminum av eini ávísari rørslu, roynir tú av tær sjálvum at nýta aðrar arbeiðsstøður. Hesar eru kanska heldur ikki so rættar, og tí er tá vanligt, at skaðin flytur seg longur upp. Eitt nú til økslina og nakkan.
Sita ov nógv
Størsta orsøkin til hesar skaðar, er fyrst og fremst skeivt arbeiðsumhvørvi, sigur Beinta.
-Hetta eru ymsu arbeiðsplássini tó eisini við at síggja nú, og tað er alsamt meira vanligt, at virki spyrja um ráð, tá skrivstovur skulu innrættast, sigur Beinta. Í hesum sambandi vísir hon á, at tað tað bara eru borð og stólar, sum hava nakað at siga, men eisini ljós, armhvílur og annað.
Hon leggur tó eitt sindur speiskliga afturat, at arbeiðsplássini heldur ikki skulu gerast ov væl innrættði. Ein annar stórur trupulleiki er nevnliga, at fólk sita alt ov leingi. Beinta vísir á, at um rætt varð atborið, ´áttu skrivstovufólk at staðið uppi í einar 10 minuttir av hvørjum tíma, so kanska er tað av tí góða, um farið verður eftir kaffikrússinum við jøvnum millumbilum.
Eisini vísir Beinta á, at í flestu førum, so sita fólk alt ov nógv: -Fert tú til og frá arbeiðnum í bili, situr niðri meðan tú ert til arbeiðis, og so eisini setir teg í sofuna, tá tú kemur heim, so má okkurt henda við kroppinum, sigur Beinta. Hon leggur afturat, at bara tað at ganga ein túr av og á, ella gera onkrar einfaldar rørslur nakrar ferðir um dagin, ger stóran mun í so máta.
Skal fyribyrgjast
Beinta Danielsen leggur annars dent á, at tað týdningarmesta í hesum sambandi er at fyribyrgja skaðunum. -Taka fólk ráðini til eftirtektar, er tað besta vit kunnu gera at fara út á arbeiðsplássini at greiða frá, hvussu hetta kann fyribyrgjast, sigur hon.
Er skaðin hendur, kann hesin viðgerðast við massagu, hita og ultraljóðið, men talan kann eisini gerast um varandi mein, um einki verður gjørt við hetta. Tí eru bestu ráðini at gera nakað til tess at fyribyrgja skaðanum, sigur Beinta enn einaferð, áðrenn vit takka fyri samrøðuna.