Mótakvøld í Vági

Mótakvøld við mótasýning, ráðgeving innan andlitsviðgerð og litavali verður í VB - húsinum leygarkvøldið 4. mars. Tað er ungdómsdeildin hjá VB/Sumba, ið skipar fyri hesum eitt sindur alternativa háttinum at savna pening inn.

Møguleiki verður at fáa ráðgeving innan andlitsviðgerð frá Maiken Sandá, vakurleikaserfrøðingi. Um tú hevur ivast í hvørjir litir riggað til tín, ber til at fáa eina snar-kanning innan litir frá stylistinum Lydiu Petersen.
  Eisini verður mótasýning við klæðum frá Sirri, Toystovuni í Vági, Reinfan og Heimavirkinum.

Dansigenturnar úr Vági, ið vunnu gull í kappingini hjá Tvøroyrar Fimleikarfelag, fara eisini at luttaka og sýna síni kynstur fram. Kaffi og køkur verða til keyps.