Leygardagin verður Voxbotn í Vágsbotni og eins og undanfarin ár er útselt til tiltakið. Umframt vanligu atgongumerkini eru eisini tey sokallaðu 200 útiseta-atgongumerkini nú seld.
Petur Slyne, fyriskipari sigur, at tað hevur lætt um hjá teimum, at tað bleiv útselt so tíðliga, tí tað hevur loyvt teimum at hugsa meiri um at fyrireika tiltakið, heldur enn at selja atgongumerki.
- Eg haldi vit eru so fyrireikaðir, sum vit kunnu vera. Hetta er hóast alt sættu ferð, vit skipa fyri Voxbotn. Vit brúka í stóran mun somu fólk sum undanfarin ár, og tí eru vit nokk so væl brynjaðir í ár, sigur hann.
- Kom og fá tær armbandið á í dag ella í morgin, so vit sleppa undan longu bíðirøðunum leygardagin, sigur Petur Slyne.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Rúni Djurhuus og Petur Slyne høvdu við Rás 2 í dag.