Ímóti kommunusamanlegging

Seks borgarstjórar biðja í opnum brævið landsstýrið og løgtingið gloym alt um at noyða kommunur um at leggja saman Teir seks borgarstjórarnir eru Sigurð S. Simonsen í Fuglafirði, Suni Jacobsen í Sørvági, Otto West í Hvalba, Rólant Poulsen á Eiði, Kirsten Strøm Bech í Vági og Dánjal Petur Müller í Kvívík.

Tey siga seg einki hava ímóti at fáa fleiri borgaratænastur at umsita, og um so skuldi verið, og peningur fylgir við, ivast tey ikki í, at tey megna uppgávuna.

Teimum dámar betur sjálvbodna enn tvungna samanlegging.

- Við ógvusligum samanleggingum verður tann fólksliga umboðanin nógv skerd, somuleiðis sum vandi eisini er fyri, at drívmegin og framsóknin í kommunum og kommununnar millum minkar mundandi, stendur í brævinum.