Móti og rúsdrekkakoyring á Kambsdali

Hóskvøldið hevur Handilsskúlin á Kambsdali opið hús. Á skránni verður kunning um skúlan, tónleikaframførslur, mótasýning, sprittsimolator v.m.

opið hús

Fimta árið á rað verður skipað fyri hesum tiltaki, ið er blivið alsamt størri og betur vitjað.
Lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar fara sum vanligt at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir og tey tiltøk, sum eru á skúlanum.
Í ár er tað so heppið, at sprittsimulatorurin, ið hevur verið frammi seinastu tíðina, eisini kemur at vitja hóskvøldið, so almenningurin í Norðoyggjum og Eysturoynni hevur høvi at royna hann.
Sum vanligt verður mótasýning har næmingar á skúlanum fara at sýna fram nýggjasta mótan, og Niels Midjord kemur eisini á gátt og fer at syngja nakrar vísur.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møguleiki er at fáa kunning í hesum tíðarskeiði á kunningarbásum í flokshølunum. Ymisku framførslurnar fara fram frá 19 til 21 í matarhøll skúlans.