Sambært eini mótasýning, sum var hildin í Terminal 2, har meiri avslappaðu klædnamerkini í einum yvirkomiligum prísflokki helt til, so verður streetstílurin sera opin komandi vetur.
Hóast ávísir tendensir hómast, so er at kalla alt loyvt.
Sailor mótin verður tó dominerandi til bæði mann- og konufólk.
Eisini jørðlitirnir brúnt, grønt, beige og myrkablátt verða nógv at síggja, men tað verður við kontrastum av neonlitum, so sum skríggjandi appelsingulum, gulum, grønum og pink.
Og leggið eisini til merkis, hvussu lissurnar eftir øllum at døma verða avloystar av gaffa-tapi.
Tað snýr seg tó mest av øllum um at lata tína persónligheit skína ígjøgnum, so óansæð hvat mótin dikterar, skalt tú vera trúgvur móti tær sjálvum og tínum stíli.