Oyrarbakki: Í eina tíð hevur verið arbeitt við hesi ætlanini, og avgerð er nú tikin um, at hava møtir í bygninginum 1. og 3. sunnudag í hvørjum mánaði.
Tað eru leikfólk sum koma at hava ábyrgdina fyri hesum møtunum, og hava tey øll verið virkin í karismatisku vekingini sum fór yvir landið fyri 20-30 árum síðani.
Heitið á hesum møtum var Kristus er svarið, og sambært stigtakarunum er hann tað framvegis.
- Møtini í Eydnuni eru ætlað sum eitt tilboð til tey fólkini, sum búgva í Svínáum, Norðskála, Oyrarbakka og á Oyri. Men onnur eru sjálvandi eisini vælkomin á møtini, sigur Thomas Juul Askham.
Sagt verður, at tey virða tað andaliga arbeiðið sum er á teimum ymisku støðunum, men ynskja bert at bjóða teimum til Guds orð.
Fyrsta møtið verður sum nevnt sunnukvøldið kl. 18, og tá verður luttøka av Hjalgrím Davidsen, Valdimar Simonsen og Thomas Juul Askham. Magda og Maibritt fara at syngja við hetta møtið.
Ætlanin er sum nevnt at hava hesi møtini 1. og 3. sunnudag í hvørjum mánaði. Henda fyrsta mánaðin verða tó møtir hvørt sunnukvøld við luttøku av talarum og sangkreftum kring alt landið.
Ein faldari er gjørdur í hesum sambandi, og er býttur út til øll húski í økinum.
Eydnan á Oyrarbakka verður nú karmur um andalig tiltøk í framtíðini