Fýra fakfeløg átala í dag ætlanini at niðurleggja 33 pláss á sambýlum og ellis- og røktarheimum. Almanna- og heilsurøktarafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Psykiatrifelag og Heilsuhjálparafelag Føroya átala harðliga møguligu ætlanirnar, um at niðurleggja 33 pláss á sambýlum og ellis- og røktarheimum, sum landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur skotið upp.
Feløgini siga at hetta fer at hava vanlukkuligar fylgjur fyri tey, sum av hesi orsøk ikki fáa pláss á nýggju ellis- og røktarheimunum, ið verða bygd.
- Støðan er tann, at í løtuni liggja fleiri borgarar kring landið og líða svára neyð vegna væntandi pláss, og tað kunnu ella mugu okkara politikarar ikki síggja burtur frá. Í løtuni snýr tað seg um at støðga vanlukkuni og fáa veitt øllum, sum hava tørv á tí, karmar og møguleika fyri røkt alt samdøgrið.
Áðrenn tørvurin er nøktaður, er tað púra burturvið at hugsa um at skerja sambýlis og røktarheimspláss, siga fakfeløgini.
- Vit sakna at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vísir seg sum ein verja fyri hetta økið, og heita hervið á hana um at taka uppskotið aftur, siga fakfeløgini.