Fleiri hundrað bretskir lastbilaeigarar ætla sær at koyra til miðbýin í London, har teir ætla at parkera uttan fyri parlamentið fyri at vísa sína misnøgd við tann høga oljuprísin. Lastbilaeigararnir fáa fullan stuðul frá sínum bilstjórum, sum stúra fyri at missa arbeiðið orsakað av tí høga oljuprísinum. Bæði lastbilaeigararnir og teirra bilstjórar vilja hava stjórnina at skarva av avgjøldunum fyri at fáa oljuprísin niður.