Mótmæla príshækking

Fleiri túsund fólk gingu í gjár mótmælisgongu í fleiri býum í Mosambik, har tey mótmæltu, at tað er vorðið dýrari at koyra við bussi. Í høvuðsstaðnum Maputu vóru mótmælini so harðlig, at løgreglan kendi seg noydda til at skjóta við gummikúlum fyri at spjaða mótmælisfólkið. Tað ljóðar, at eitt fólk doyði, tá mótmælisfólk og løgreglumenn brustu saman.