Barnaansingin á Tvøroyri hevur so vánaligar umstøður, at nú verður umhugsað at flyta ein part av henni til Hovs.
Men hetta vilja dagrøktarmammur á Tvøroyri ikki vita av, tí tey halda, at tað er alt ov langt at ferðast við smábørnum og tá ið Tvøroyrar Býráð hevði fund um barnaansingina fríggjadagin, møttu nakrar dagrøktarmammur upp á fundi við skeltum at vísa sína ónøgd.
Ein partur av Tvøroyrar býráð vil hava, at frítíðarskúlin skal fáa spælistovuna hjá dagrøktini í skúlanum í Trongisvági og afturfyri skal spælistovan hjá dagrøktini flytast í skúlan í Hovi, stendur tómur.
Malla Dam, sum er forkvinna í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð, vil heldur lata frítíðarskúlan fáa høli í nýbygda frítíðardeplinum við Stóra, har bæði vøllur og hús er.
Hon heldur ikki at tað er rætt, at Tvøroyrar býráð hevur brúkt 20 milliónir upp á frítíðardeplinum við Stórá uttan at brúka møguleikarnar til fulnar og tí heldur hon, at tað ber til at samskipa at fleiri tænastur í ítróttardeplinum, eitt nú við at lata frítíðarskúlan sleppa at brúka hølini um dagin.
Hon vísir eisini á, at afturat ítróttardeplinum, brúkar kommunan stórar upphæddir at byggja havnalagið út í sambandi við Varðan Pelagic og tí er hon greið yvir, at tað verður ikki tey fyrstu árini, at kommunan fer at byggja nýggj høli til barnaansingina ella frítíðarskúla.
Men á fundinum fríggjakvøldið samtykti býráðið við stórum meirilutan, at ítróttardepilin skuldi vera til ítróttin burturav og har skuldi einki annað virksemi vera.
Samstundis samtykti býráðið, at sosiala nevndin hjá býráðið skal viðgera umstøðurnar hjá barnaansingini og frítíðarskúlanum av nýggjum og síðani leggja málið fyri fíggjarnevndina hjá býráðnum.
Myndin er av býráðsfundinum á Tvøroyri fríggjadagin.