Mótmælisgongur í USA: Krevja at síggja skattapappírini

Síðani Donald Trump gjørdist forseti í USA, hevur nógv rok verið um, at hann noktar fyri at leggja síni skattapappír alment fram. Ein gerð, sum annars undanfarnir forsetar í USA hava gjørt. 

 

 

Hetta hevur leitt til stórar atfinningar móti forsetanum seinastu mánaðirnar, og í gjár, tá ið freistin at lata inn skattapappír til skattavaldið var, savnaðust túsundtals amerikanarar í býum kring alt landið fyri at mótmæla hesum. 

 

 

- Vís okkum, at tú setur amerikanarar fram um Donald Trump, róptu summi við skeltum í hondini, sum høvdu sama boðskap. 

 

 

Illgitingar eru um orsøkina til, at Donald Trump sýtir fyri at vísa sínum landsmonnum hesi skjøl. Fremsta illgitingin er, at hansara skattapappír vísa eitt samband við russar. 

 

 

Lógin áleggur ikki forsetum at leggja síni skattapappír fram, men hetta hevur verið gjørt av øllum forsetum síðani 1970, skrivar The Washington Post.  Hetta fyri at vísa fyri amerikanska fólkinum, hvørji pengasambond eru, so at illgitingar ikki eru um ósømiligan atburð.