Tríggjar teir fyrstu dagarnar líktist súkklukappingin sær sjálvari, tí hóast danski A-súkklarin, Troels Toftager Nielsen, var drúgvastur í teimum báðum einkultstartunum í Klaksvík og heima á Sandi, vóru bæði Torkil Veyhe og Hafsteinn Ægir Geirsson við heilt har frammi.
Tað sá eisini út, sum tað plagdi, tá teir báðir komu saman um málstrikuna í Saltangará hósdagin – men við Hafsteinni nakrar fáar sentimetrar frammanfyri.
Í Suðuroynni leygardagin gjørdist tað føroyska liðið, ið streyk avstað við øllum og knústi alla mótstøðu, og sjálvt ikki Hafsteinn fekk blandað seg uppí, men var hálvantólvta minutt aftan fyri Torkil Veyhe og Guðmund Joensen.
– Eg skal vera tann fyrsti til at viðganga, at hinar fýra kappingarnar hjá mær í Føroyum hava verið stuttligari enn henda. Men hesa ferð var einki at gera hjá mær, tí Torkil og Guðmundur vóru snøgt sagt ov sterkir, segði Hafsteinn, tá alt var liðugt seinnapartin í gjár.
Hann brúkti ongar umberingar, men rósti teimum báðum fremstu í kappingini treytaleyst, hóast hann millum annað kundi fortalt, at hann kanska var nakað eymur í beinunum, tí hann beint undan Statoil Kring Føroyar hevði verið við í harðari og drúgvari kapping í Íslandi – sum hann vann…
– Her var eingin ivi um, at tað var best liðið sum vann kappingina hesa ferð, men tað tekur ikki hugin frá mær – heldur tvørturímóti. Vónandi kann eg koma sterkt aftur, tá nýggj kapping verður aftur her um eitt ár, segði Hafsteinn Ægir Geirsson, ið sjálvur triði var við á liðnum, HFR Team, ið gjørdist næstfremst í liðkappingini.