Móttøka fyri steypavinnarunum

Fyri sættu ferð í sjey ár hevur Stjørnan vunnið Coca Cola-kappingini hjá kvinnum, og sum vera man er hetta nakað, sum klaksvíkingar fegnast um.

Nakað av áskoðarum vóru í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá steypasigurin varð tryggjaður í dag, men tey, sum ikki fingu heilsa upp á spælarar har, hava ístaðin møguleikan í kvøld.

Klokkan 18 verður nevnliga skipað fyri móttøku í býráðshøllini í Klaksvík.