Norska frystilínuskipið Nyvoll Senior var í dag á Fiskamarknaðinum á Toftum við 8.000 pundum av heilfrystari brosmu og longu, sum skipið hevði fingið í hetlendskum sjógvi. Skipið fekk knappar átta krónur fyri brosmuna og 10,50 krónur fyri longuna, og tað var á leið tað, sum skipið hevði ásett sum minstaprís.
Nyvoll Senior er á veg til Íslands at royna, men av tí at skip skulu hava tóma last, tá tey koma í íslendskan sjógv, noyddist Nyvoll Senior inn í Føroyum at selja tey 8.000 pundini.
Uppboðssølan hjá Fiskamarknaðinum seldi eisini 10 tons av toski og nakað av hýsu frá útróðrarbátum í dag. Tað mesta av toskinum var toskur IV, sum fór fyri 12,31 krónur, og hýsuprísurin ´a ímillum 7,50 og 8,50 krónur í meðal.
Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin knappliga 17 tons fyri góðar 180.000 krónur í dag.