Landssjúkrahúsið
- Tað var eitt øgiliga óbehagiligt upplivilsi!
Soleiðis sigur ein kona um eina ferð á Landssjúkrahúsið sum sjúklingur einaferð fyrr í ár.
Hendan miðaldarliga konan úr høvuðsstaðarøkinum sigur, at vitjanin á Landssjúkrahúsinum kann samanfatast í eitt einasta orð.
Og tað er Líkasæla!
- Viðferðin, sum eg fekk á Landssjúkrahúsinum var merkt av eini líkasælu, sum var øgiliga óbehagilig, sigur konan, sum vil vera ónevnd, tí hon heldur, at leggur hon navn til, kann tað gera støðuna enn verri.
Nú Bill Justinussen ætlar at seta Landsstýrismanninum í heilsumálum nakrar hvassorðaðar spurningar um tænastustøðið um tænastuna á Landssjúkrahúsinum, hevur verið sóknast eftir dømum um vánaliga tænastu.
Send heim við brotnum ryggi
Her er eitt dømi um, at ein sjúklingur hevur fingið viðferð, sum hon heldur er eyðmýkjandi fyri ein sjúkling.
Vit lata konuna sjálva greiða frá.
- Ein dagin nakað síðani var seg so óheppin at detta inni hjá mær sjálvum. Fallið var so meint, at eg kendi á mær, at okkurt brákaðist í rygginum. Eg fekk kortini stríðst meg upp í seingina og har lá seg so í tveir dagar so still sum gjørligt, tí eg fekk illa rørt meg fyri pínu.
- Eg bleiv við at hava líka ilt og so ringdu vit eftir lækna.
Læknin helt, at eg skuldi fara á sjúkrahúsið beinanvegin og sendi boð eftir sjúkrabilinum.
- Sjúkrabilurin kom so, men eftirsum eg fór beint úr seingini í sjúkrabilin, var eg ikki serliga væl ílatin. Sostatt var eg skóleys og í berum náttkjóla.
Konan sigur, at tað fyrsta, tey gjørdu, var at fáa hana í røntguna.
- Í røntguni vóru tey ómetaliga fitt og fyrikomandi men tá ið eg var liðug har, fekk eg boð um at fara oman í skaðastovuna at bíða, tí so skuldi ein lækni koma at tosa við meg beinanvegin.
Eg varð so trillað oman í skaðastovuna og setti meg at bíða.
- Men har sat eg so í samfullar fýra tímar, uttan at nakar lækni kom. Tá var eg rættiliga illa fyri, tí hurðin gekk og tað var trekkur og fólk kom og fór alla tíðina og har sat eg skóleys í berum náttkjóla.
- Tá ið eg hevði sitið nóg leingi, kravdi eg at fáa eina song at liggja í, tí eg varð blivin køld og eg helt ikki at tað var so spennandi at sita alment frammi í berum náttkjóla og skóleys.
Tá ið fýra tímar vóru farnir fóru vit at spyrja eftir læknanum, fekk eg at vita, at hann var farin heim.
- Síðani kom ein til mín og segði, at eg mátti heldur fara heim. Tað mótmælti eg, tí eg helt ikki, at eg kundi fara í ein hýruvogn, soleiðis sum eg var ílatin. Og tað endaði so við, at sjúkrabilurin kom heimaftur við mær.
Aftaná fekk hon so at vita, at ryggurin var brotnaður og hevði forskotið seg ein heilan sentimetur so tað mátti nógva geva pínu.
Hon endurtekur, at hon sostatt varð send til hús aftur av Landssjúkrahúsinum, uttan at nakar lækni hevði kannað hana ella tosað við hana.
Men hon minnir á, at hon varð innløgd við sjúkrabili og hon ivast í um tað tá yvirhøvur er lógligt at koyra hana til hús aftur, uttan at ein lækni hevur so frægt sum tosað við hana.
Hendan konan sigur, at tað er ómetaliga ringt at vera sjúkur, men at merkja slíka líkasælu afturat, er ógvuliga óbehagiligt, leggur hon afturat.
Tað, sum merkir sjúkrahúsið nú á døgum, er, at ongin vísir seg at hava tíð til nakað sum helst og enn minni hava tey stundir til at fara við sjúklingum sum menniskju, sigur hendan konan.
Tí fegnast hon um, at spurningurin nú verður reistur í Løgtinginum um tænastustøðið á Landssjúkrahúsinum, tí tað hevur stóran týdning, at hetta verður tikið upp.