Leygarkvøldið var fitt av vindi, men einki hevur verið at frætta um nakrar skaðar.
Men fólkið í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelagið máttu kortini av húsum leygarkvøldið, tí vandi var fyri einum húsum í Fámjin.
Hann var landsynningur og tá er vindhart í Fámjin við hørðum hvirlum. Bargingarfólk siga, at talan var kortini ikki um tað, vit nevna skaðastorm, men har eru eini hús í bygdini, sum hava staðið tóm í yvir 20 ár, og sum eru fallin í órøkt.
Síðani eru tey so illa farin, at einar tríggjar, fýra ferðir, hevur verið neyðugt hjá fólki í bjargingarfelagnum at fara til tey at tryggja tey, tí vandi er fyri, at tey fara í stormi, og gera skaða á aðrar ognir.
Og tað var so aftur støðan leygarkvøldið, tá ið vandi var fyri, at húsini fóru í vindinum. Tískil máttu fólk frá bjargingarfelagnum aftur til verka at tryggja tey við at spenna trol yvir ein part av teimum.