Máttu nýta piparspray

Løgreglan mátti taka til piparspray, tá teir náttina til sunnudagin skuldu handtaka ein uppøstan mann

112

Rógvi Nybo

[email protected]


Ein ungur maður helt sunnunáttina, at hann skuldi gera fortreð og øsa fólk upp. Hetta varð fráboðað løgregluni, sum kom á staðið beinanvegin.

Maðurin var ávirkaður av rúsdrekka, og gjørdi somikið um seg, at løgreglan vildi hava hann við á støðina.

Men tá løgreglan skuldi handtaka mannin, setti hann seg ímóti handtøkuni, og stríddist ímóti løgreglumonnunum.

Leysur slapp hann tó ikki, og endaði tað við at løgreglan mátti nýta piparspray, til tess at fáa tamarhald á uppøsta manninum.

Hann slapp so í ein kliva á løgreglustøðini at sita, har hann kundi sissa seg aftur.