Møðurnar úr Screbrenica sleppa ikki at kæra ST og Niðurlond

Ber tað til at geva niðurlendsku stjórnini og ST ábyrgdina av hópdrápinum í Screbrenica, tí niðurlendsku ST-hermenninir ikki royndu at forða fyri, at 8.000 menn og dreingir vórðu tiknir av døgum?

Tann spurningin ætlaðu tey avvarandi hjá teimum, sum vórðu fyribeind í Screbrenica, at leggja fyri niðurlendska dómsvaldið. Men tað ber ikki til, tí sambært einum niðurlendskum dómstóli kann málið ikki leggjast fyri rættin, tí ST kann ikki kærast í einum tílíkum máli.

Sakførararnir hjá teimum avvarandi vilja ikki góðtaka niðurstøðuna hjá dómstólinum, og teir hava boðað frá, at teir fara at leggja úrskurðin fyri evropeiska mannarættindaadómstólin.

Hópdrápið í Screbrenica var tann 11. juli í 1995, og tað hendi, hóast býurin var mitt í einum øki, sum ST hevði lýst sum trygdarøki. Men teir niðurlendsku ST-hermenninir, sum høvdu støð í økinum, forðaðu ikki teimum serbisku hermonnunum at savna 8.000 menn og dreingir í býnum og at beina fyri teimum.

Umleið 6.000 avvarandi hava gjørt av at leggja sak ímóti niðurlendsku stjórnini og ST. Kring heimin eru tey best kend undir navninum Møðurnar úr Screbrenica.

 

Høvdu ongan møguleika

-Møðurnar úr Srebrenica eiga at fáa viðhald í, at niðurlendska stjórnin og ST hava ábyrgdina av fólkamorðinum í Screbrenica. ST-hermenninir høvdu ógvuliga greiðar heimildir, men teir gjørdu einki fyri at forða serbisku hermonnunum at útinna illgerðina. Tí er tað okkara hugsan, at báðir partar mugu ábyrgjast, sigur Semir Guzin, sum er sakførari hjá Møðrunum úr Screbrenica, við BBC.

Jan Willem Honig, sum er professari í krígsførslu á verjuháskúlanum í Stockholm, -hevur skrivað eina bók um sorgarleikin í Screbrenica, og hann hevur alla tíðina sagt, at tað ber neyvan til at draga nakran fyri rættin í sambandi við tilburðin. Eftir hansara tykki høvdu teir niðurlendsku ST-hermenninir lítlar møguleikar at forða tí, sum hendi.

-Tað var ein vónleys uppgáva hjá teimum. Teir vóru ikki nóg væl útgjørdir, og serbiski herurin forðaði fyri, at teir fingu betri útgerð. Nógvir av teimum niðurlendsku hermonnunum vóru komnir til Bosnia at hjálpa til við flutningi og høvdu tí avmarkaða venjing til bardaga. Harafturat vóru teir serbisku hermenninir munandi fleiri í tali og harafturat nógv betur útgjørdir, sigur Jan Willem Honig við BBC.