Ein syrgilig vanlukka er hend á Toftum í kvøld, har ein maður í seinnu helt av fimmtiárunum er funnin lívleysur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at maðurin varð funnin í fjøruni millum landingar-og avskipingarbryggjuna og Nykabryggjuna.
- Vit fingu eina fráboðan um gott 21-tíðina í kvøld og boðaðu beinanvegin átaksleiðaranum hjá Skálafjarðar Sløkkiliði frá, sum beinanvegin fór á staðið.
Vaktleiðarin sigur, at sjúkrabilur, sum kom av Lambareiði, var skjótur á staðið, og tey gjørdu tað, tey kundu, men tað eydnaðist ikki at fáa lív aftur í mannin.
- Vit vita ikki meira um málið í løtuni, men vit fara at gera avhoyringar og kanningar og fara at royna at finna út av, hvat er hent manninum, leggur vaktleiðarin aftrat.