Júst sum liðugt varð at bora undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund, kravdi ein vanlukka í tunlinum í gjár eitt mannalív.
Mánamorgunin umleið klokkan sjey hendi tann syndarliga vanlukkan. Ein maskinførari úr Svøríki var farin úr maskinuni, tá hann varð yvirkoyrdur av einum lastbili.
NCC Vágakonsortiet sigur í tíðindaskrivi, at maðurin lat lív á staðnum.
Vanlukkan hendi í sambandi við, at útlasting av gróti úr pumpubrunninum skuldi byrja. Pumpubrunnurin er langt inni í tunlinum.
Sagt verður annars, at løgreglan og arbeiðseftirlitið kanna vanlukkuna og umstøðurnar kring hana.