Í gjáramorgunin um fýra tíðina vaknaðu fólk við Dalavegin av ófriði frá løgregluhundum. Orsøkin var, at mannsterkt løgreglulið var komið á staðið við fleiri hundum.
Talan hevði verið um húsaófrið í einum húsum við Dalavegin. Ófriðurin hevði ført við sær, at ein maður var stungin í ryggin við einhvørjum hvøssum, ið kundi verið ein knívur. Hann hevði í hvussu so er sagt løgregluni, at talan var um ein knív.
Leitaðu fleiri tímar
Løgreglan kom á staðið við hundunum, fyri at finna knívin, maðurin skuldi vera stungin við. Leitað varð leingi, men tá blaðið fór til prentingar í gjár, var knívurin enn ikki funnin.
Løgreglan sigur, at tað ikki er vist, at maðurin er stungin við knívi. Talan kann eins væl vera um eina brotna fløsku, tí skaðin, maðurin fekk, var ikki so ógvusligur. Hann fekk eina rift eftir rygginum.
Verður kannað
Málið verður í løtuni kannað av kriminalløgregluni, og tískil kann í skrivandi løtu ikki sigast nógv meira tað.