Maðurin er varðhaldsfongslaður

Maðurin, sum sunnunáttina breyt inn í íbúðina hjá eini 20 ára gamlari føroyskari gentu á Oyrasunds Kollegiinum og royndi at neyðtaka hana, er varðhaldsfongslaður tríggjar ferðir 24 tímar.

- Tann 30 ára gamli maðurin, sum bleiv handtikin í gjár, er varðhaldsfongslaður tríggjar ferðir 24 tímar, soleiðis at løgreglan hevur tíð til at gera fleiri kanningar, sigur Steen Hansen frá donsku løgregluni. Hann vil ikki koma við fleiri upplýsingum, fyrr enn løgreglan er liðug at kanna málið.

Tað var um hálvgum tvey tíðina sunnunáttina, at føroyska gentan vaknaði, tá ein ókendur maður stóð inni í íbúðini í M bygninginum. Maðurin hevði antin pistól ella revolvara í hondini, og hann hevði turriklæð fyri andlitið. Inni í íbúðini tók brotsmaðurin kvørkatak um gentuna.

- Tú gert, sum eg sigi, hótti brotsmaðurin, sum síðani lat seg úr klæðunum og legði seg í songina hjá gentuni. Hann byrjaði at nerta við hana, men tá hon segði seg hava herpes, kom ótti á mannin, og hann var skjótur at lata seg í klæðini aftur og rýmdi úr íbúðini.

Stutt eftir at maðurin var farin úr íbúðini, ringdi gentan til løgregluna, og hon hevur verið til kanningar á Center for Voldtægtsofre á Ríkissjúkrahúsinum.

Sambært eb.dk býr 30 ára gamli maðurin í somu uppgongd sum gentan, hann royndi at neyðtaka.