Gerry Marsden, ið legði rødd til ein av kendastu fótbóltssangum í søguni, er deyður eftir stutta sjúkralegu.
Hann sang You'll Never Walk Alone’, sum eisini tey sum ikki halda við Liverpool, kenna.
Marsden gjørdist 78 ára gamal.
Gerry Marsden var við í bólkinum Gerry and the Pacemakers, sum var virkin í fimti- og sekstiárunum.
Hann var forsangari og guitarleikari í bólkinum, sum útgav You’ll Never Walk Alone’ í 1963. Tá koronasmittan setti heimin niður í ferð í mars og apríl 2020, kom sangurin aftur á listarnar í Onglandi, tí fólk vildu av við einsemiskensluna,tá tey sótu heima.
Tað vóru Richard Rogers og Oscar Hammerstein, ið skrivaðu sangin til sangleikin Carusel í 1945. Seinni innspældu fleiri sangin, m.a. Elvis Presley, Frank Sinatra og so eisini Gerry Marsden.
Fyrsta sjónvarpsupptøka, har sangurin verður sungin, er við FA Cup finaluna í 1965, tá Liverpool vann 2-1 á Leeds.
Gerry Marsden fekk í 2003 heiðurstekin sum MBE, Member of the Order of the British Empire.