Maðurin sum skrivaði Mr. Bojangles er deyður

Amerikanska tónleika-legendan Jerry Jeff Walker doyði fríggjadagin. Orsøkin  var krabbi í hálsinum, skriva útlendskir miðlar.

Kendastur er hann fyri at hava skrivað stóra hittið Mr. Bojangles, sum aðrar stjørnur  eisini hava sungið, t.d. Bob Dylan, Harry Belafonte, King Curtis, Dolly Parton, Sammy Davis jr. Og Nina Simone.

Walker innspældi nærum 40 útgávur í tey 51 árini, ella meira, ið hann var virkin.

Nógvir kendir amerikanarar minnast í hesum døgum Walker á sosialu miðlunum, t.d. Bill Clinton.

Jerry Jeff Walker gjørdist 78 ára gamal.