Niðri við sandin í Leynum býr ein av teimum, sum við einastandandi góðum handalag hevur skapt sær eitt navn bæði her heima og uttanlands.
Eitt navn, sum verður nevnt við virðing, tá tosið fellur á tað hann tekst við.
Og ikki er tað uttan orsøk heldur, at so er.
Tí hendurnar skulu nevniliga vera væl skrúvaðar upp á til slíkt arbeiði, sum hann tekst við.
Maðurin vit tosa um er Ole Jakob Nielsen, sum uttan iva er best kendur fyri lampuskermarnar, sum hann so hegnisliga dreyar úr træi.
Ikki er tað lætt at handfara, træið hann tekst við, tí tað verður dreya so tunt, at ljósið sleppur at spæla í gjøgnum tá skermurin einaferð verður settur niður yvir lampuna.
Men sum sagt, so liggur væl fyri og vit skilja á lagnum at venjingin eisini er við at vera har, tí Ole Jakob hevur havt dreyingina sum ítriv í nógv harrans ár.
Ódnirnar settu ferð á
Hóast tað er langt síðani, at Ole Jacob fekk sín fyrsta dreyibonk, so er tað kortini ikki so langt síðani hann av álvara fór undir meira skipaða framleiðslu av lampuskermum.
Umstøðurnar í húsunum niðri við sandin í Leynum lagaðu tað soleiðis, at rúm var fyri einum verkstaði í kjallaranum, og tað var í kjallaranum tað byrjaði.
Sum so mangan hjá teimum stóru listamonnunum, so sprettir eitt gott hugskot úr onkrum minni góðum, og hjá Ole Jacob var tað einki undantak í so máta.
Neyvan er neyðugt at minna føroyingar á ódnarveðrið sum herjaði um landi veturin 88/89, og tey flestu minnast eisini frásagnirnar um stóru skaðarnar.
Eisini plantagurnar fingu toyggi hesar mánaðirnar, men tá var tað Ole Jacob fekk tað stóra skumpið.
Og tað var í grundini soleiðis at Ole Jacob fór undir tað, sum vit kunnu kalla, fyri meira skipaða framleiðslu úr føroyskum tilfari.
Tí tað er nevniliga veruleikin, at hvør tann einasti lampuskermur, sum er komin úr hondum hansara, er gjørdur úr føroyskum træi.
Men hvaðani fært tú tilfari?
? Tað tilfari, sum eg byrjaði við fekk eg frá skógrøktini, og síðani havi eg fingið tilfar frá fólkið, sum eitt nú taka trø niður í urtagarðinum, sigur Ole Jacob.
Hann sigur frá eini søgu, tá ein maður ringdi til hansara og næstan bað um umbering fyri at hann ikki hevði ringt fyrr. Hann hevði skorið av trænum, áðrenn hann kom í tankar um leynamannin.
? So tað er á tann hátt eg fái fatur á tilfarinum, sigur Ole Jacob.
? Fólk ringja til mín, um tey hava ein viðabul og so fari eg eftir honum.
Heimafturkomin sker hann trøini í passandi stykkir, sum síðani verða løgd til síðis eina tíð, áðrenn tey vera brúkt.
Krevur gott tol
Men tað krevur rættiliga gott tol at gera lampuskermar.
Sum sagt verður viðabulurin skorin sundur í passandi stykkir, sum til endans vera dreya til ein lampuskerm.
Fyrsta arbeiðið er at »rádreya«, til tilfari hevur fingið eina ávísa tjúkd. Tá hetta er gjørt verður síðani farið meira málrættað til verka fyri at skermurin skal fáa júst ta røttu tjúkdina.
Hóast tað sær lagaligt út at hyggja at, so skal tað eingin loyna vera, at ansast skal væl eftir at tað ikki verður farið ígjøgnum soleiðis at skermurin verður oyðilagdur.
Men tað kemur fyri, meiri enn so. Verri enn so alt eydnast, og hóast tað kemur sjáldnari fyri nú enn fyrr, at knívurin fer ígjøgnum træi, so hendir tað kortini.
Tey, sum hava sæð lampuskermarnar vita, at tað í summum eru døkkir blettir í. Tað eru kvistarnir, og tað eru júst kvistarnir, sum kunnu oyðieggja træi. Ikki ber altíð til at vera nóg neyvur, og so brestir.
? Men samstundis eru tað teir, sum gera tað enn meira spennandi at arbeiða við, sigur Ole Jakob, og vísir okkum ein lampuskerm, sum er klovin. Ikki tí at dreyingin miseydnaðist, men av tí at dreyingin eydnaðist!
? Tað var ótrúliga spennandi at arbeiða við hesum, tí tá træið er so tunt sum hetta, so er tað so ótrúliga spennandi at vita um tað heldur til viðferina, sigur Ole Jakob.
Nýggjan verkstað
Fyri ikki so langari tíð síðan tók Ole Jakob ein nýggjan verkstað í nýtslu.
Í staðin fyri at byggja út í kjallaranum gjørdi hann ikki mætari enn at gera nýggjan verkstað í havanum, og tað hevur givið honum nógv betri umstøður at arbeiða, og tað ger avgjørt ikki arbeiðshugin verri, skilja vit.
? Tað var vorðið so trongt í kjallaranum og har bar illa til at byggja út, og tí valdi eg at gera henda nýggja verkstaðin.
Útbyggingin hevði nú ikki bara tað við sær, at Ole Jacob fekk ein nýggjan verkstað og meiri pláss í kjallaranum.
Gamli verkstaðurin í kjallaranum vísti seg at vera sera væl egnaður sum framsýningarhøli, og tí hava Ole Jakob og konan gjørt av, at gera eitt gallarí í gamla verkstaðnum.
Annað enn
lampuskermar
Tá ein stígur inn i hugnaligu húsini í Leynum, so er tað sum at stíga inn í eitt gallarí.
Lampuserkmar og aðrir lutir, sum Ole Jacob hevur gjørt, príða rúmini og gera tað hugnaligt.
Hóast tað er lampuskermarnar hann er kendur fyri, so er hann eisini farin at gera t. d. grindaknívar.
»Føroysku« grindaknívarnir, sum vit kenna teir, plaga at hava ymiskt blankt innlagt, men tað einasta sum er innlagt í hesar knívarnar er mynstrið í viðinum, sum knívarnir eru gjørdir úr.
Og skal eg koma við míni einvísu meining, so eru hesir knívarnir nakað av tí vakrasta eg havi sæð, umframt at teir eru framúr góðir at hava í hondini.
Til stuttleika kunnu vit siga, at Ole Jakob eisini tekst við at skera í træ, og eins og alt hitt, sum hann ger úr træi, so er eisini tað væl úr hondum greitt.
Viðurkenning uttaneftir
Ole Jakob hevur eins og nógvir aðrir listhandverkarar verið við á tveimum teimum fyrstu »Hendur & hugflog«-framsýningunum sum hava verið í Føroyum.
Tann vegin hevur hann fingið rættiliga góða viðurkenning her heima.
Samstundis hevur hann eisini fingið gott samband við fólk, sum hava hann í huganum, tá tey hava tilfar, sum hann kann brúka.
Tað metir hann sjálvur líka týdningarmikið, sum tað at selja á framsýningini, tí ikki ber til at liva bara av tí, sum verður selt á framsýning.
Fyrr í ár var Ole Jakob so heppin at vera boðin til Íslands at sýna fram í sambandi við teitta »Hendur & hugflog-framsýning.
Tað ferðina er hann einastandandi væl nøgdur við, tí hon gav honum nógv.
Sjálvur helt hann, at hann nokk fór at fáa mest burturúr at vitja íslendskar trædreyarar, men uttan at taka nakað frá tí partinum, so fekk hann eisini væl burturúr sjálvari framsýningini.
? Eg hevði ikki so nógvar lutir við, men tað var ein ótrúliga stórur áhugi fyri tí sum eg hevði við, sigur hann.
Torført at seta
prís á egið arbeiði
Venda vit aftur til tað, sum vit byrjaðu við, so eru tað lampuskermarnir, sum fara við mestu tíðini.
Sum sagt fleiri ferðir nú, so er tað arbeiðið, sum hann er best kendur fyri, men hvussu er við at seta prís á tað ein sjálvur ger?
? Tað er torført, men tað er neyðugt at læra seg, sigur hann.
Hann vísir á, at tað verða brúktir nógvir tímar í framleiðsluni, og framleiðslan byrjar tá hann fer úr túninum eftir viðinum.
? Alt tað skal havast í huganum tá ein fer at rokna prísin út, sigur Ole Jakob.
Hann minnir eisini á teir tímarnar, sum vera brúktir til lutir, sum ongantíð vera seldir, tí teir vera oyðilagdir. Eisini tað skal teljast við.
Tá ein hugsar um tað, so má prísurin setast nokkso høgt, sigur hann og staðfestir, at hann ongantíð hevur fingið eina tímaløn, sum svarar til tað ein vanligur arbeiðsmaður fær.
? Tað ber heldur ikki til, sigur hann smílandi, men upprunaliga var tað eisini av áhuga eg fór undir tað, sigur hann áðrenn tygara útsendi aftur nærkast úthurðini.
Á vegnum út kemur hann í hug at vísa gamla framsýningarhøli, sum er eitt kamar í miðhæddini.
Hann flennir tá hann sigur, at umstøðurnar eru vornar munandi betri nú hann hevur fingið gallarí í kjallaranum.
Jú, tað sær út til, at hann hevur funnið út av, at tað loysir seg, at gera vart við seg sjálvan og tað hann ger, uttan at halda at ein er »pátroyngjandi«
Tað hevur hann so sanniliga eisini uppiborið, tí væl liggur tað fyri hjá honum at arbeiða ...