Men støða skal nú takast til, um hann verður skuldsettur fyri at stjala flaggið – ella um talan verður ta meira álvarsamu skuldsetingina at ræna flaggið.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at um harðskapur ella hóttanir eru brúktar í sambandi við at hesin maðurin tók ísraelska flaggið til tiltakið í Finsen í síðstu viku, so er støðan álvarsamari, og so verður talan um eina skuldseting um at ræna flaggið.
Tað var tá felagið Føroyar-Ísrael skipaði fyri tiltaki í Finsen í síðstu viku, at ein maður tók eitt ísraelskt flaggi, sum varð skemmað, tá tað varð funnið aftur hangandi á standmyndini av Rasmus Effersøe á Tinghúsvøllini – millum annað við áskriftini »fuck Ísrael« á.
Tað gevur í øllum førum eina skuldseting um at skemma eitt flagg hjá eini tjóð.
Løgreglan veit, hvør maðurin er, tí vitnisfrágreiðingar eru um tað.
Meðan tiltakið var í Finsen skipaði átakið »Samhugi við Palestina« fyri einum móttiltaki uttanfyri.