Ein ferðsluvanlukka í Jóannesar Paturssonargøtu í Havn í gjárkvøldið hevur kravt eitt mannalív. Tað var klokkan 22.16 í gjárkvøldið, at tað varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður var yvirkoyrdur við ein fótgangarateig í Jóannesar Paturssonargøtu uppi við Vesturkirkjuna. Talan var um ein bil við einum ungum bilførara, og fleiri ungum fólkum í, sum kom koyrandi úr býnum, út eftir Jóannesar Patussonargøtu, tá ið hann koyrdi á mannin, sum var á veg tvørtur um vegin.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum var í sjeytiárunum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men har varð tað staðfest, at hann var deyður.
Løgreglan sigur, at ongar ábendingar eru um, at rúsdrekka, ella rúsevni, vóru uppií. Løgreglan hevur prátað við bilføraran, og vitni í málinum, men fleiri samrøður skulu gerast fyri at greiða málið út í æsir.