Eins og starvsbróðurin í USA, Barack Obama, skal nú forsetin í Venezuela, Nicolas Maduro, vísa almenninginum sítt føðibræv sum prógv fyri, at hann veruliga er føddur í landinum, hann nú stjórnar.
Suðuramerikanskir fjølmiðlar skriva, at ein limur í tjóðartinginum í Venezuela heldur uppá, at Maduro slett ikki er føddur í Venezuela, men í grannalandinum, Colombia, og at hann tí slett ikki hevur rætt at virka sum forseti í Venezuela.
Forsetin sjálvur hevur sagt sum minst um seg og sín uppruna, meðan hetta kjakið hevur verið uppi, men væntandi fer minst ein av flokkunum í tjóðartinginum nú at krevja, at hann alment leggur fram føðibræv sítt, so allur ivi kann beinast burtur.