- Mær hevur altíð dámt væl tankan um ættleiðing - tað at kunna hjálpa einum barni, ið ongan góðan eigur og geva tí kærleika, samstundis sum vit økja um fólkagrundarlagið í Føroyum.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna, sum fríggjadagin legði uppskot um at hækka ættleiðingarstuðulin úr 75.000 upp í 100.000 krónur fyri tingið.
Á sínum facebook-profili leggur landsstýriskvinnan aftrat, at vónandi fer hetta at bøta nakað um viðurskiftini hjá føroyskum ættleiðingarforeldrum.
- Í Føroyum eru vit røsk at ættleiða fyri hvønn íbúgva í mun til grannalondini, men alsamt størri fíggjarlig byrða og økti kostnaðurin av at ættleiða gera tað truplari og truplari hjá føroyskum ættleiðingarforeldrum at fara undir eina ættleiðing.
Annika Olsen vísir á, at tað eisini er vorðið truplari at ættleiða frá fleiri av ættleiðingarlondunum.