Flogferðsla
Maersk Air boðaði í tíðindaskrivi mánadagin frá, at orsakað av ringum rakstrarúrsliti hevur leiðslan í felagnum gjørt av at gevast við tveimum av teimum trimum innanríkisrutunum, felagið røkir í Danmark.
Eftir verður so bara rutan millum København og Aalborg. Uttanríkisruturnar, teirra millum Føroyarutan, fara tó at halda fram sum higartil.
Flemming Ipsen, forstjóri í Maersk Air, sigur, at kappingin seinnu árini frá Stórabeltsbrúnni og teimum skjótu tokunum og ferjunum hava gjørt, at raksturin ikki ber seg longur. Tí hevur leiðslan gjørt av at leggja ruturnar niður, sigur hann í tíðindaskrivi mánadagin.
Maersk Air sigur í tíðindaskrivinum, at tað fer at fáa fylgur fyri starvsfólkið hjá felagnum á Bornholm, at rutan veðrur niðurløgd um mánaða. Starvsfólkini eru kunnað um støðuna.
Hinvegin verða ongar broytingar í starvsviðurskiftunum hjá starvfólkinum í Billund og København, verður sagt.
Ferðafólk, sum hava biðið um ferðaseðlar fram í tíðina, fáa sjálvandi ávíst aðrar ferðamøguleikar frá Maersk Air, stendur í tíðindaskrivinum.