Eini 65 fólk úr sjey ymsum sjónlekarfeløgum kring landið, hittust á sjónleikarstevnuni í Hósvík.
Hetta er afturvendandi tiltak, sum feløgini í MáF skiftast um at skipa fyri.
Á hesum stevnum verður vanliga skipað fyri skeið o.ø. innan sjónleik, framførslur av ymsum slag og hugnaløtur, har sjónleikaráhugað kunnu skifta orð um viðurskiftini viðvíkjandi sjónleiki.
Hesaferð vóru tilboðini m.a. tvey sjónleikaskeið. Eitt hevði heitið ?Sjónleikur og Skúli³ og hitt ?Eldrasjónleikur³.
Tað vóru tey bæði Lars og Mai-Britt Ahlen, sum vóru skeiðleiðarar. Tey eru mamma og sonur, og hava til felags at arbeiða við sjónleiki í Svøríki.
Lars Ahlen er lærari og undirvísir í drama í skúlanum og á frítíðarskúlum í Svøríki. Hann greiddi m.a. frá, hvussu sjónleikur fær innivist í skúlanum. Á hesum skeiði vóru lærarar og onnur sjónleikaáhugað.
Mai-Britt Ahlen er 75 ára gomul. Hon undirvísti m.a. í, hvussu fólk, ið er komin væl til árs, kunnu fáa áhuga og dirvi at spæla sjónleik.
Júst um hetta mundið var sjónleikabólkurin ?Berguvarna í Føroyum og framførdi sjónleik. Hesin var eisini framførdur á stevnuni í Hósvík.
Mai-Britt Ahlen hevur arbeitt við sjónleiki og eldri fólki í nógv ár.
Skeiðið í ?eldrasjónleiki³ snúði seg um at læra skeiðluttakarnir at arbeiða við eldri fólki, í royndini at fáa tey at siga eina søgu og at framføra hana á pallli.
Ætlanin er seinni at skipa fyri eldrasjónleiki í Føroyum, og hetta var so fyrsta stig á leiðini, sigur Finnbjørg Nattestad, leiðari í MÁF